Haugaard broytir tekst og "Negerdistrikt" hvørvur úr Haveje

Hóast Kim Larsen hevur gjørt sangin kendan av álvara, so er tað hálvi føroyingurin Jacob Haugaard, ið eigur sangin Haveje. Og hann syngur hann eisini sjálvur. Men Kim Larsen gjørdi sangin kendan, tá hann tók hann við á filmsútgávuna Midt Om Natten.

Tá danska sjónvarpsstøðin TV2 herfyri heiðraði Kim Larsen, sum andaðist fyri einum ári síðani, tann 30. september, sang Jacob Haugaard sína útgávu av kenda sanginum, men orðini hevur hann nú broytt.

Hann syngur ikki longur; Min kone, hun har en skønhedsklinik, inde midt i et negerdistrikt. Nú hevur Haugaard broytt hetta til;...inde midt i et fattigt distrikt.

- Tað er fyri at vera vanliga fólkaligur, tí ein kann ikki siga nekari longur, so eg taki hetta burtur, sigur Haugaard við TV2.

Hann sigur, at ongin hevur klagað, men at hann metir tíðina vera farna frá sangtekstinum, sum hann krutlaði á pappír fyrst í áttatiárunum.

- Hetta var ein góð mynd tá, men tíðin er broytt. Og er tað so, at onkur fær ilt av hesum, so havi eg onki ímóti at taka tað burtur, sigur Haugaard, sum tó leggur afturat, at Kim Larsen neyvan hevði havt gjørt tað sama.

Men tá Haugaard framyvir syngur sína útgávu av Haveje, so er tað við broyttum teksti.