Hattrick til Anniku

Bogaskjótifelagið Tambar skipaði fyri seinastu innandura kapping fyri veturin, tá tey ungu leygardagin skutu um føroyameistaraheitið á 15 metrum.
Í bólkinum compound var sera javnt millum tríggjar teir fremstu, tá komið var til steðgin. Tað vóru bert tvey stig millum nummar eitt og trý.
Seinna umfar var spennandi alla tíðina, tí tað var áhaldandi sera javnt.
Endaliga støðan í compound bólkinum var: Føroyameistari Eyðfinn Poulsen við (275+279) 554 stigum, nr. 2 Kristoffer Andreasen við (274+278) 552 stigum, nr. 3 Kaj Johannesen við (273+269) 542 stigum og nr. 4 Súnfríður Jacobsen við (264+276) 540 stigum, allir úr Ørvi.
Í bólkinum recurve løgdu Annika Vang og Eirikur í Jákupsstovu seg sum so ofta fremst. Her var eisini sera javnt. Eirikur førdi við tveimum stigum, tá komið var til steðgin. Nr. 3 var um 30 stig aftanfyri tey.
Seinna umfar var eisini sera javnt og var ikki sørt merkt av spenningi. Hesin spenningur ávirkaði tey nógv og gekk bæði upp og niður, so tey skiftu nakrar ferðir um at vera fremst.
Endaliga úrslitið í recurve bólkinum var: Føroyameistari Annika Vang við (284+277) 561 stigum, nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu við (286+272) 558 stigum, bæði úr Ørvi. Nr. 3 Rói Christiansen við (252+238) 490 stigum og nr. 4 Jastrid M. Jensen, sum var beint aftanfyri við tveimum stigum færri.
Í compound bólkinum vóru 4 luttakarar og í recurve bólkinum 20 luttakarar.

Ársins skjúttar
Í compound bólkinum var trupult at velja, hvørt Eyðfinn Poulsen ella Kaj Johannesen skuldu fáa heiðurin at vera ársins skjútti 2004.
Teir hava báðir verið sera javnir allan veturin, hava skiftst um at vinna kappingar, hava ment seg nógv og sett fleiri persónlig met. Tað, sum gjørdi munin, var at Eyðfinn vann eina FM-kapping.
Ársins skjútti í compoundbólkinum bleiv sostatt Eyðfinn Poulsen úr Ørvi.
Í recurve bólkinum var lítil ivi um, hvør skuldi hava heiðurin.
Annika Vang hevur havt sera stóra framgongd í vetur og hevur vunnið nærum allar kappingar ? bæði fyri tey yngru og tey vaksnu. Hon hevur sett 6 nýggj føroysk met, nevniliga 3 á 12 metrum, 1 á 15 metrum og 2 á 18 metrum fyri vaksnar kvinnur. Eisini hevur hon gjørt tað bragdið, sum eingin ungdómsskjútti nakrantíð hevur megnað ? at vinna øll trý FM-heitini ? 12 m og 15 m fyri ung og 18 m fyri vaksin.
Ársins skjútti í recurvebólkinum bleiv sostatt Annika Vang úr Ørvi.
Heiðursmerkir til allar FM-kappingarnar vóru latin av Statoilstøðini Saltangará.
Tá tikið verður saman um bogaskjótingina í vetur, hava serliga nógv ung verið við. Eisini hava tey ment seg nógv í skjótingini, tað sæst aftur í teimum nógvu personligu metunum ? nevniliga íal 74 persónlig met íroknað 7 føroysk met.