Tónleikaumrøða
Til Prix Føroyar tiltakið í ár hava vit nakrar ferðir hoyrt um fyribrigdið "Vágasound", henda serstaka ljómin. Undangongumenninir í hesum, mundu helst vera manningin í Tinganest, sum í áttatiárunum vóru sera virknir. Teir eiga óivað enn sessin, sum fremsti bólkur, ið Vágoyggin fostraði. Seinni komu aðrir vágabólkar, T.d. Bims, Sørvings og Hips um Haps, haldi eg teir kallaðust. Eisini har gekk Tinganest aftur.
Jóan Jakku Guttesen var reyði tráðurin í nøkrum av bólkunum, eins og ein av høvuðsmotorunum í Tinganest. Maðurin er fyrst og fremst kendur sum tónleikari, tó at hann eisini hevur roynt seg sum høvund og eigur onkra stuttsøguna, ið er komin út í bók.
Nú roynir Jóan Jakku Guttesen seg á egnum beinum, við solofløgu, nevnd Jakkin.
At umrøða hesa fløgu er torført. Og tað hevur einki við góðskuna at gera, tí hetta er ein fløga, ið leggur so mangar aðrar aftan fyri seg.
Jóan Jakku er farin í samstarv við góðar tónleikarar. Terji Rasmussen hevur tikið upp og produserað, eins og hann leikar á fløguni. Hinir tónleikararnir eru Tróndur Bogason Hansen, Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu og Signhild Jacobsen. Annika B. Mortensen hevur gjørt húsan, ið Niels A. Galán greiddi til prentingar. Hjálparmenn vóru Rógvi á Rógvu, Jón McBirnie og Róin Siggertsson. Tutl gevur út.
Jóan Jakku, ein av monnunum, ið óivað er upprunin til "Vágasoundið", hevur her megnað at dansa lættur á tá, minst eitt fet víðari. Á fløguni Jakkin er tíðin við Tinganest farin, fílað burtur. Men eyðkendi Jóan Jakku er tó tann, hann altíð hevur verið. Hevur megnað at skimast, fara víðari og tó hevur hann ikki mist seg sjálvan burtur.
Tey, ið vænta sær ein dans upp á tá, ella eina vágagellu, kunnu tó stíga í stórum til fánýtis.
Jakkin er ein heild. Ein fløga, har ein bert hómar farnar tíðir, framd brøgd. Farið verður víðari og komið verður í stórum fetum um bøgarðarnar. Jóan Jakku hevur longu borað Vágatunnilin. Við honum kom soundið, hitt kenda, men óivað er nú eisini hol sett á, so nýggir vindar sleppa framat.
Vágagellan, ella hin, sum sang í Havnargøtum, eiga ikki innivist longur, men tónleikaglað eiga at fegnast um Jakkan. Ein fløga, við bæði kvæðakendum løgum, íblástri frá Pink Floyd og kanska Dire Straits, hvør veit? Ein fløga við góðum, gerandisligum og rámandi, viðhvørt djúpum, tekstum.
Umrøðari kann bert fegnast, um enn ein má taka ein gamlan sang hjá Tinganest til eftirtektar; í óvissu. Jóan Jakku er og ljóðar sum Jóan Jakku. Annað hevði eisini verið løgið.
Men hann hevur skift Jakka. Eingin ivi um tað. Veit ikki, um nýggja fløgan fær nakran sang í eina komandi grøna sangbók. Men hvør sigur, at tað borgar fýri góðsku í sjálvum sær? Eitt er tó víst. Her er samleikin varðveittur, men menning er farin fram, hattin av fyri Jakkanum. Skuldi eg givið eitt tinganest (ið sum kunngt merkir gáva, ofta við heimkomu), so hevði Jakkin hjá Jóan Jakku óivað verið í uppskotið.










