Hatta verður neyvan valúrslitið

Tað er ongantíð áður hent, at nakar flokkur hevur fingið yvir 30 prosent av atkvøðunum. Tí væntar Alfred Olsen, næstformaður og formaður i tingbólki Sambandsflokkurin, at flokkur hansara sær so gott úrslit á komandi løgtingsvali

Alfred Olsen var bilsin í morgun, tá ið hann fekk at vita, at í nýggjastu veljarakanningini fær Sambandsflokkurin 31,1 prosent av atkvøðunum. Úrslitið gevur 10 sessir í løgtinginum.
Hetta er ein framgongd uppá 10,1 síðan løgtingsvalið í 2008.
Hann hevur onga greiða tulking av hesi stóru framgongd, og til spurningin, um Sambandsflokkurin hevur uppiborið henda sigur, svarar hann bara:
- Er nakað uppiborið í politikki?
Framgongdin hjá Sambandsflokkinum svarar neyvt til tað, sum hinir báðir samgonguflokkarnir missa. Hví veljararnir skulu fara frá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, dugir Alfred Olsen ikki at siga.
- Eg havi álit á veljarakanningini, men eg seti spurnartekn við, at úrslitið við eitt val hevði verið so gott. Tað er ongantíð áður hent, at nakar flokkur hevur fingið nsæan triðju hvørja atkvøðu. Bara eina ferð hevur Javnaðarflokkurin upp ímóti hesum góða úrslitinum.