Brian Olsen, sum kom inn 10 minuttir fyri leiklok, fekk stóra ávirkan á úrslitið av dystinum.
- Ja, eg fekk bóltin í vinstru síðu, skjeyt innfyri, og har kom bólturin í Hans á Lag og síðani í málið. Hatta var eitt sjálvmál, tí eg spældi bóltin aftureftir, tá hann kom í Hans á Lag, segði Brian Olsen, sum sostatt ikki vil tilskriva sær sjálvum málið.
Hann sigur, at tað altíð er stuttligt at vinna á HB í Havn, og úrslitið gevur liðnum góðar vónir at røkka hægri upp á stigatalvuni.