Hatta var ov tápu­­ligt Gerhard!

Herfyri setti Sosialurin sjón­eyk­una á fíggj­arstøðuna hjá Skop­unar Komm­unu – og tað er ikki hissini lesn­að­ur. Komm­unan hevur brot­ið lán­i­­for­boð­ið frá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num og er í ver­u­leik­a­num rend á húsagang.

Og so skuldi tú hildið, at á­byrgd­ar­per­són­ar­nir í komm­un­u­stý­r­i­num tóku í egn­an barm og skamm­að­ust.

Men nei. Gerhard Logn­berg, borg­ar­stjóri og løg­tings­mað­ur fyri Javn­að­ar­flokk­in, leggur alla ábrygd frá sær. Hann gevur hinum skuld­ina. Komm­un­an gjørdi eina í­løgu í eina út­stykk­ing »på for­ven­tet fangst«, tá tað sá út til, at Sand­oy­ar­tunn­ilin gjørd­ist ver­u­leiki. Tá til stykk­is kom, so var eingin áhugi at keypa grund­øki í Skopun.

– Altso Gerhard og tit í Javn­að­ar­flokk­i­num. Hetta er ov langt úti. Hetta er í besta lagi táp­u­ligt. Vón­andi er tað ikki pol­itikk­urin hjá Gerhardi Lognberg í Skopun, sum er grund­ar­lagið und­ir fíggj­ar­pol­i­tikk­i­num hjá Javn­að­ar­lfokk­i­num.

Flokkurin eigur at rudda fyri egnar dyr, annars kann fær flokkurin ikki fólksins álit aftur.