Gunnar Hjelm langar út eftir Starvsmannafelagnum og ákærir felagið fyri við nýggja sáttmálanum at hava økt um ójavnan ímillum fakbólkar í felagnum.
Mær dámar væl sterkar meiningar og toli eisini væl hvassar viðmerkingar – treytað av, at grundarlagið er rætt og sakligt.
Tað haldi eg ikki, tað er í greinini hjá Gunnari Hjelm, og tað harmar meg almikið, at hann ikki kennir lønarskipanina http://umsiting.in.fo/hjá Starvmannafelagnum betur, enn hann ger, nú hann bjóðar seg fram at stýra felagnum næstu fýra árini.
Eg ætlaði ikki at fara út í ein orðadrátt um nýggja sáttmálan, men við so grundleggjandi feilum, sum koma til sjóndar í valgreinini hjá Gunnari Hjelm, kenni eg meg tó noyddan at koma við hesi rættleiðing.
Gunnar Hjelm sigur, at ikki allir limir í Starvsmannafelagnum fáa ágóðan av lønarhækkingunum, men bert nakrir fáir. Og hann heldur eisini upp á, at tað eru tey somu, sum hava verið við sviðusoð fleiri samráðingarumfør á rað, og at tað samstundis eru teir somu starvsbólkarnir, sum hvørja ferð gera tey størstu hálini.
Hetta fari eg upp á tað harðasta at vísa aftur, tí eftir sáttmálasamráðingarnar í 2017 hækkaði grundlønin 1.448 krónur um mánaðin fyri allar limir felagsins. Lønarhækkingin hjá øllum limunum var tann sama, eingin fekk meira í krónum enn nakar annar í grundlønarhækking.
Og hyggja vit eftir prosentbýtinum, so fingu tey lægst løntu í felagnum nógv ta størstu lønarhækkingina ta ferðina. Rætt er tað, at bólkar blivu umflokkaðir, hetta mátti til fyri at javnseta útbúgvingar og arbeiðsuppgávurnar hjá hesum fólkum við sama slag útbúgvingar og arbeiðsuppgávur á øðrum økjum.
Til sáttmálasamráðingarnar hesaferð var eisini lagt upp fyri, at grundlønin bleiv so jøvn sum møguligt. Teir lægru lønarbólkarnir, tey sum ganga frá stig 1 til stig 21, fingu 795 krónur oman á grundlønina, og teir hægru lønarbólkarnir, tey sum ganga frá stig 22 til stig 50, fingu 595 krónur oman á grundlønina. Tað merkir, at lønarhækkingin fyrsta árið gav teimum lægstu bólkunum, altso bulinum í felagnum, eina lønarhækking sum er upp á umleið 6 prosent, ímeðan tey hægst løntu í felagnum fingu eina lønarhækking upp á 3,74 prosent.
Sum støðan er í dag, haldi eg hetta verða bæði rætt og rímuligt.
Seinna árið gav eina lønarhækking upp á 2,25 prosent til øll.
Lønarhækkingin í prosentum var 4,8 í 2017 og hesaferð helst omanfyri 5,3. Tað er ein bati upp á stívliga eitt hálvt prosent, og tað er ikki so lítið.
Ongin kann lova eitt lønarlyft, men tú kanst lova at gera nakað fyri, at øll fáa eitt lønarlyft. Eg lovaði øllum, at eg skuldi arbeiða fyri, at øll fingu eitt lyft. Hetta havi eg roynt av øllum alvi at halda, og eg kann til dømis vísa á, at endalønin í flokkunum 3 og 4, har skrivstovuútbúgvingin er innplaserað, seinastu árini er vaksin við ávikavist 2.804,53 krónum og 2.837,53 kónum um mánaðin.
Nú er støðan tann, at vit sita ikki einsamøll um samráðingarborðið. Har er ein annar sáttmálapartur, sum situr á pengakassanum og skal geva okkum loyvi til at fáa pengar úr honum. Eitt av okkara høvuðskrøvum var at gera eina nýggja lønarskipan til Starvsmannafelagið, men tað vildi hin parturin ikki.
Tá ið vit sóu, at tað ikki fór at bera til at fáa eina nýggja lønarskipan beinanvegin, kravdi eg í staðin, at vit fingu eina orðing inn í semingsuppskotið, sum gav okkum møguleikan at gera eina nýggja lønarskipan í sáttmálaskeiðnum. Og tíbetur vóru semingsmenninir so mikið djarvir, at teir settu júst hetta kravið inn í semingsuppskotið, sum varð góðkent av báðum pørtunum tann 30. januar.
Áðrenn henda lønartalvan, sum vit hava í dag, kom í 2001, hevði hvør lønarflokkur 12 ár at ganga í – hvørt ár í 12 ár hækkaði lønin umleið 150 krónur. Hetta hildu vit ikki vera nóg gott, og tí bleiv ein nýggj lønarskipan gjørd, har hvør flokkur hevði 7 ár at ganga í. Men í staðin fyri at hækka 150 krónur hvørt ár, hækkaði mánaðarlønin hjá hvørjum einasta persóni 500 krónur hvørt ár. Hetta var og er ein hækking, sum munar. Eisini leggi eg dent á, at við nýggju skipanini kom limurin skjótari á eina lívsløn, samstundis sum eftirlønaruppsparingin verður nógv hægri, enn um tú gongur í 12 ár við bert 150 krónum ímillum lønarstigini.
Eg og eg haldi tey flestu við mær, halda kortini, at verandi skipan, sum er 19 ár, hevur tænt fyri seg. Vit eiga at hyggja eftir eini nýggjari skipan, og tað er júst tað vit fingu við í semjuna hesaferð.
Ja, tað eru bólkar, sum føla seg sviknar. Soleiðis er tað hvørja ferð, og soleiðis fer tað altíð at vera. Men vit hava nú fingið ein útbúgvingarstiga til miðalhøgar útbúgvingar, og tað er eitt stórt framstig. Við hesum hava vit framtíðartryggjað Starvsmannafelagið, tí nú er rúm fyri øllum, sum annars higartil hava útbúgvið seg úr felagnum Og tey eru ikki so fá seinastu árini.
Broytingin hevur eisini havt við sær ein heilt nýggjan lønarflokk, tí frammanundan varð 7. lønarflokkur brúktur til miðalhøgu útbúgvingarnar. Soleiðis er ikki longur, og tað ger, at nú er hesin flokkurin opin at fáa flutt onnur longur upp uttan at renna seg inn í miðallongu útbúgvingarnar. Tann undanførslan er ikki til longur.
Vit hava øll uppiborið eina veruliga lønarhækking, og eg vil halda fast um, at tað er júst tað, vit hava fingið hesi seinastu tvey sáttmálaskeiðini.
Men vit eru ikki komin á mál enn, verri enn so, og tí liggur eitt stórt og drúgt arbeiði fyri framman. Men við nýggju avtaluni, sum vit júst hava skrivað undir, hava vit slóðað fyri, at tað nú eftir áralangt og tógvið stríð fer at bera til at seta seg saman við hinum sáttmálapartinum og finna fram til eina bæði rættvísa og rímuliga lønarskipan.
Starvsmannafelagið er eitt stórt og breitt felag. Tað eru umleið 300 starvsheiti, sum felagið skal røkja. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað ikki ber til at flyta allar fakbólkar upp í einum taki, og skulu vit gera okkum nakrar vónir um at flyta lægru flokkarnar hægri upp, so mugu flokkarnir omanfyri flytast undan.
Súni Selfoss
formaður og formansvalevni í Starvsmannafelagnum