- Hatta var ikki gott

Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Hjalta M. Jacobsen hjá Kyndli. Hann var alt annað enn nøgdur við innsatsin henda dagin.
- Vit spæla illa í dag. Vit fáa eina ótrúliga góða byrjan, og eina sovorðna leiðslu mugu vit ikki blaka vekk. Men vit gera ov nógvar persónligar feilir, vit brenna ov illa, og júst hesi tingini kosta okkum í endanum.
Hann metti tó, at KÍF spældi ein góðan dyst, og hann helt, at liðið vísti ein heilt annan vilja, nú nýggju leikararnir vóru komnir við.