Høgni Madsen, sum var maðurin hjá ÍF, sum tók bóltin, sum B36 málmaðurin skjeyt út av vøllinum í dystinum millum B36 og ÍF í Gundadali í dag heldur, at tað var í fínasta ordan, at ÍF í yvirtíðini fekk fatur á bóltinum og skeyt hann í málið, hóast ein B36 leikari lá á vøllinum inni í 16 metrinum.
Hatta var ikki ósportligt. Ein B36 dettur í eini duell, málmaðurin sparkar bóltin burtur, men hann fór ikki út av vøllinum. Tá vit soleiðis loftaðu bóltinum, fóru vit í skjótálop og skoraðu, sigur Høgni Madsen.
Hann vísir á, at tað til eina og hvørja tíð er dómarin, sum steðgar dystinum. Men tað gjørdi dómarin ikki.
Um hatta er ósportligt, so kundi dómarin havt steðgað dystinum. Tá hetta hendi yvirtíðini, so kundu vit eisini fatað tað sum drál frá B36, men tað er altso dómarin sum dømir, sigur Høgni Madsen.