Hatta var handan vikan

Proviantering, mynstring, uppreiðing og so framvegis. Trolarin fullur av fólki, sum eru komin at siga farvæl. Ringt at siga bei, men onkur gleðir seg kortini at sleppa út á hav. Ymiskar kenslur umborð á Sundabergi hetta kvøldið, stutt áðrenn teir leggja frá landi og leiðin gongur til Bjarnoynna ? fleiri hava einans verið heima í eina góða viku

Klaksvík:
Tað er týskvøld um sjeytíðina. Í maskinrúminum umborð á Sundabergi rokast nógvir smiðjumenn við at fáa trolaran kláran. Skiparin hevur boðað frá, at mynstring verður klokkan 21, og fráferð ein tíma seinni.
Ikki sæst nógv til manningina enn, men tað er eisini vælskilligt. Tað er bert ein góð vika síðani, nógvir teirra komu heim, og nú gongur leiðin longu avstað aftur. Summir hava kortini verið í landi hendan seinasta túrin, sum vardi hálvan triðja mánað.
Eftir at hava órógvað menninar í maskinrúminum eina løtu, gongur leiðin upp aftur á dekkið.
Í einari av koyggjunum er ein av manningini nú komin. Hann finnur seg til rættis og reiðir upp. Hesin maðurin eitur Petur, og hann er av Argjum. Hann er júst komin við Dúgvuni, og hann viðgongur, at tað er er ringt og hart at fara.
? Serliga tá støðgurin heima verður so stuttur, er tað ringt at fara, men soleiðis er sjómanslívið, sigur hann og brosar.
Petur kom heim við Sundabergi næst seinasta mánadag, og leiðin gekk sjálvandi beint til Havnar til konu og børn.
? Tá vit fóru av skipinum mánadagin, vistu vit ikki, nær vit fingu boð aftur, og tað kann vera serstakliga ørkymlandi ? serliga fyri børnini, tí ein veit ikki at siga, nær ein skal avstað aftur. Boðini kunnu koma so brádliga, greiðir hann frá, meðan hann fæst við at taka burtur úr klæðsekkinum. Eitt tað fyrsta, sum hann tekur úr, er eitt páskaregg, sum hann hevur fingið frá børnunum.
? Tey fingu so nógv páskaregg, og so hildu tey, at pápi teirra eisini skuldi fáa eitt, greiðir hann frá.
Petur fekk boðini um, at teir skuldu avstað aftur kvøldið fyri, og tað er tað hann vanliga kennir.

Ringt at fara
Meðan vit soleiðis standa og práta um leyst og fast, kemur annað fólk. Ein av manningini, sum hevur verið í landi ein túr, er júst komin umborð. Teir heilsast, og hesin letst til at gleða seg at sleppa avstað. Ein skopuningur er eisini hjástaddur, og hann greiðir frá, at hetta er tann torførasti túrurin hjá honum. Hann og konan fingu eina dóttir fýra dagar eftir, at teir vóru farnir úr Føroyum seinasta túr, og nú hevur hann havt átta dagar saman við didduni.
? Eg kom við Sundabergi í 1989 og havi siglt við síðani. Men tað var ógvuliga torført at sleppa dóttrini í Havn í dag, sigur Fríði og tað er ikki sørt, at kenslurnar hava hug at taka yvir.
Fleiri menn eru nú komnir afturat, og allir eru teir á einum máli um, at tað altíð er ringt at fara, men tá teir so eru komnir avstað, so batnar skjótt. Og tá so túrurin líður væl, er altíð hugaligt at hugsa um heimkomuna.
Eitt, sum allir menninir fegnast um, er skipanin við, at teir ikki gera longri túrar enn tríggjar mánaðir.
Fleiri minnast nógvar langar túrar, áðrenn hetta kom í gildi, og siga teir, at tað var mangan rættuliga torført at koma heimaftur. Ongin teirra visti nakað serligt um, hvat var hent heima, síðani teir fóru og bara hetta at koma aftur og liva eitt vanligt familjulív var ikki altíð bara sum at siga tað, tá ein hevur verið burtur í fýra mánaðir ella longri enn tað.

Mynstring
Tá menn eru komnir so nøkulunda upp á pláss, verður farið at mynstra. Tað gongur fyri seg uppi í salongini. Har er stúgvandi fult av fólki, sum eru komin at fylgja teimum avstað og bera góð ynski. Børn renna runt, og tað er rættuligt lív í.
Øll vita tey tó, at nú er ikki long tíð eftir, so skal sigast farvæl.
Summir gera skjótt av, tá teir hava mynstrað og fara í land og heimaftur eina løtu, áðrenn farast skal avstað, meðan aðrir verða verandi umborð saman við konu og børnum.
Prátið gongur lystiliga millum fólk um alt møguligt. Ongin tosar nakað serligt um fisk, men tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um tíðina, sum liggur fyri framman.
Tað er reiðarin Hanus Hansen sjálvur, sum tekur sær av mynstringini hetta kvøldið. Hon gongur skjótt og væl. Fólk byrja at ganga niður aftur á dekkið, og tey heilsast og ynskja góðan túr til manningina. Ein er bert komin umborð at avheinta okkurt, sum hann hevði gloymt frá seinasta túri. Hann fegnast um at sleppa í land í eina tíð.
Á landi verður proviantur lossaður umborð, og í galluni er annar kokkurin farin at seta alt upp á pláss. Dia sker breyð og ger ymiskt klárt. Teir eru tveir kokkar umborð.

Fráferð
Fólk byrja so smátt at fara í land. Maskinurnar umborð eru í gongdi, og hetta ber boð um, at nú fer Sundaberg skjótt avstað.
Leiðin liggur sum sagt til Bjarnoynna fyrst og síðani í russiskan sjógv. Hesin túrurin verður mettur at vara um tveir mánaðir, so menn vænta at vera aftur í Føroyum um hálvan mai.
Hanus Hansen sigur, at arbeitt verður við at fara í gull-laksin tá. Men tað er treytað av, at teir kunnu gera fars umborð, sigur hann. Gull-laksurin í fjør royndist ikki so væl, hvørki frystur ella feskur, so tí arbeiða teir við at kunna sleppa at gera fars á virkinum umborð.
? Um so er, at tað fer at bera til, so skal ein maskina setast upp á virkinum, tá Sundaberg kemur aftur í mai, sigur Hanus Hansen.

Síggjast á norðoyastevnu
Á kaiini standa nakrir mans og práta, meðan tað allarseinasta verður gjørt.
Gert, sum ikki hevur verið við undanfarna túr, spælir við trý ára gamla sonin, Benjamin. Hann rennur runt og er nakað rokaligur. Tað man vera tí hann veit, at okkurt er áfatt, og klokkan er farin langt av songartíð.
So kemur róp í, at nú verður farið avstað. Og nú má Gert gera skjótt av. Konan og sonurin fáa ein muss og eitt klemm, og so loypir hann saman við hinum umborð, og so verður landgongin tikin burtur.
Kalt er at standa á kaiini, men konurnar fara ikki fyrr enn skipið er farið heilt frá. Summar ótolnast, tí tað er so kalt, og nú er eisini við at verða seint.
? Hetta er eitt tað ringasta við at vera sjómanskona. Frá tí at teir mynstra, inntil teir fara. Ein er í bíðustøðu, og veruliga hevur ein bert hug at siga, farið nú, tí hetta at bíða er ikki til at halda út, heldur ein kona fyri.
Ein onnur greiðir frá, at einaferð mynstraðu teir á midnátt, tí teir skuldu fara klokkan hálvgum tvey. Men so varð fráferðin útsett av eini ella aðrari orsøk til klokkan seks á morgni, so tey fóru heimaftur at bíða.
? Tað var ræðuligt, svøvnur fekst ongin og ein bara gekk og bíðaði, sigur hon.
Tær siga allar tað sama. Tað er rættuliga tómt at koma heim, tá man hevur fylgt monnunum avstað. Serliga teir fyrstu dagarnar. Men samstundis er tað ein vanasak, halda tær.
Tó er tað ikki so ringt, tá steðgurin heima er so stuttur sum hesin. Men hjá hinum, sum hava havt menninar heima seinasta túrin, er tað ringt.
Og fyri aðrar, har maðurin ikki hevur siglt so longi, er tað ómetaliga ringt at venja seg við, at maðurin er burtur í hálvantriðja mánað, og so kemur heim í eina viku og so avstað aftur. Men, ásanna tær, kortini, tað er ein partur av tí.
? Vit síggjast áðrenn norðoyastevnu, rópar ein av manningini, áðrenn floytan frá Sundabergi yvirdoyvir alt. Bilarnir og fólkini heilsa aftur í øllum regninum.
? Ja, ja hatta var so handan vikan, sigur ein kona við eina aðra, sum nikkar samtykkjandi.