Hatta var fantastiskt

Mortan úr Hørg, sum skeyt týdnignarmikla 1-0 málið á Sevmýri, helt, at nú kunnu vágbingar kenna seg tryggar

Fótbóltsprát

Enn eru ikki allar súður syftar, men tað skal skjótt vilja heilt illa til, um VB skal flyta beina leið niður í aðru deild.
Sigurin á TB ber við sær, at VB nú hevur tvey lið undir sær, og tá vit tosaðu við annan av málskjúttunum, Mortan úr Hørg, kundi hann illa dylja, hvussu fegnir teir vóru um hetta.
- Hatta var bara heilt fantastiskt. Trýstið á okkum hevur verið øgiliga stórt seinastu tíðina, men nú haldi eg, at vit kunnu draga andan nakað lættari. Og karmarnir kring dystin vóru eisini av teimum bestu. Har vóru fólk úr allari oynni til staðar, og stemningurin sum heild var heilt ótrúligur.
Spurdur, hvørt hann nú roknar við, at vágbingarnir eru bjargaðir, sigur Mortan, at nú skal tað vilja heilt illa til.
- Bæði TB og GÍ skulu vinna ella spæla javnt, um tey skulu taka okkum aftur. Sjálvandi gera vit ikki av, hvussu aðrir dystir enda, men eg rokni ikki við, at GÍ ger tað heilt stóra á Skála. Hinvegin kann TB væl gera ein vørr móti ÍF, ið ikki hevur so nógv at spæla fyri. So alt kann henda, men eg rokni í øllum førum ikki við, at vit fara beinleiðis niður.