Fólkaflokkurin hevur sent Eivør Pálsdóttir eina treytaleysa umbering.
– Eg veit ikki, hvat er hent, men vit hava brúkt sangin við Eivør til fleiri val. Men tað hevur hvørjaferð verið við loyvi. Men tað hava vit av onkrari orsøk ikki gjørt hesaferð, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Flokkurin hevur tí steðgað lýsingunum fyribils, og Jørgen Niclasen leggur dent á, at tað avgjørt ikki hevur verið ætlanin hjá Fólkaflokkinum at misbrúka tónleikin hjá Eivør Pálsdóttir. Men at talan hevur verið um eitt mistak.










