At fullveldislandsstýrið fór fyri bakka er einki minni enn ein vanlukka, nú so nógv orka var løgd í fullveldisarbeiði og so nógvar yvirtøkur stóðu fyri framman.
Tað var við góðum treysti, at fullveldissamgongan fór til verka í 1998. Vónirnar vóru sera bjartar. Mótstøðan varð hørð frá donsku stjórnini, væl hjálptir av undanstøkkingum her heima. Men fríggjadagin tann 5. desember 2003 brustu allar hesar vónir endaliga. Klandur og stríð fyribeindi samgonguni, heldur enn at hyggja fram móti aðalendamálinum - fullveldi og frælsi til føroya fólk.
Fólkaflokkurin
hevur frá fyrsta degi spælt hund í samgonguni. Eg setti eitt stórt spurnartekin við, um tað var rætt, at hendan nýggja fullveldissamgongan átti at skipast, tí longu frá fyrsta degi av í tinginum, spældi Fólkaflokkurin hund, og avreiddi tingformannin til andstøðuna. Soleiðis hevur gingið slag í slag síðani, og hava landsstýrismenn fólkafloksins koyrt eitt sololøb aftur og aftur, við eini ótrúligari trongd at trakka fram, sum nøkur vánaliga eftirgjørd glansbíløt, og harvið skapað ófrið og ólag í samgonguni. Flokkurin valdstók Tjóðveldisflokkin og alt Føroya fólk á ólavsøku 2002, har ein av okkara løgtingsmonnum var tvingaður at taka síni orð aftur um løgmann og Jørgen Niclasen, tí teir høvdu einki skeivt gjørt, sambært Fólkaflokkinum. Í dag kenna vit úrslitið. Men at koma við eini umbering fyrst og fremst til Føroya fólk, eru teir ov smáir til. So hvør tað er, sum hevur spælt við eld, og hevur brent seg, haldi eg vit lata veljararnar døma um. Fólkaflokkurin hevur so ongantíð tikið nakra ábyrgd fyri sínar gerningar, ella ógerningar, og tað gera teir heldur ikki í hesum føri. Í Fólkaflokkinum ræður ein slíkur andi, sum er at skava útyvir óreglusemi og lógarbrot, bara endamálið er í lagi. Eg eri stúrin, nú teir hava fría atgongd til landskassan.
Sjálvstýrisflokkurin
var skelkaður eftir síðstu veljarakanning, sum varpar flokkin úr løgtinginum. Teir tosa um at rannsaka seg sjálvar. Har er ikki so nógv at rannsaka. Flokkurin kallar seg fyri sjálvstýrisflokk, men hevur ein sambandsmann sitandi á tingi, sum setur føtur í spenni ímóti øllum yvirtøkum. Flokkurin hevur nú í skjótt 100 ár stríðst fyri sjálvstýri, men nú gongur ov skjótt, verður sagt. Kann ikki sigast at vera serliga in-telligent hugsan. Harumframt hevur hann latið seg adoptera av Fólkaflokkinum, og úrslitið hava vit hareftir.
Miðflokkurin
kom við í samgonguna eftir síðsta val fyri at samgongan kundi hava meirilutan á tingi. Tað var við stuðli frá Tjóðveldisflokkinum, at hann kom við, men nú hevur hann treytaleyst givið seg undir fólkaflokkin, sum ikki vildi vita av teimum á sinni. Ófatuligt at hesin flokkur, sum skal eitast at vera »kristiligur«, og sum stríðist fyri morali ella rættari sagt, dupult-morali, og útvortis gudsdýrkan, heldur enn gleðiboðskapinum, og sum við hesari »gudsdyrkan« roynir at trýsta slíkt yvir bæði »ónd« og »góð«, kann góðtaka ein løgmann, sum alment lýgur og missbrúkar vald sítt.
Tjóðveldisflokkurin
hevur verið alt ov leingi við og latið seg eymýkja av Fólkaflokkinum og tí »hundaøði«, sum hevur rátt har. Fullveldið er fyribils lagt á hyllina, mugu vit bara ásanna, men Tjóðveldisflokkurin fer framvegis at stríðast fyri fullveldinum, men tað skal ikki vera uppá bekostning av at góðtaka lygnir og valdsmisnýtslu. Tað sum okkara formaður og leiðsla floksins hevur brúk fyri er, at vit gera manngarð um hann/tey, heldur enn at hótta við at melda okkum út. Tað má tí vera okkara aðalmál, at øll tjóðveldisfólk fylkjast um flokkin, so hann kemur uppaftur sterkari inn á ting. Tí fari eg at heita á allar veljarar, sum ynskja eina frælsar Føroyar, at velja Tjóðveldisflokkin tann 20. januar 2004. Gott val.
Við tjóðveldiskvøðu










