- Hatta var ein ódámlig útsøgn

 Mátin, ið danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, svaraði upp á leysasøgurnar, at Trump vildi keypa Grønland úr danska kongaríkinum, er follin Trump forseta fyri bróstið, og uttan fyri Hvítu húsini greiddi hann miðlunum seinnapartin í dag frá, at hann helt, at útsøgnirnar hjá forsætisráðharranum vóru ódámligar.

- Danmark, eg gleði meg at fara. Men útsgøgnin hjá forsætisráðharranum, at tað var eitt absurd hugskot, var ódámlig. Eg haldi, at tað var ein óhóskandi útsøgn. Tað einasta, ið henni nýttist at gera, var at siga "nei, vit eru ikki áhugað."

Donald Trump vísti á, at umframt seg sjálvan, hava onnur, teirra millum Harry Truman, forseti, havt áhuga í at keypa Grønland.

Hetta var so í øllum førum ikki rætti mátin at svara USA uppá, helt Trump.

- Vit [sic] kunnu ikki fara við USA, soleiðis sum tey fóru við okkum undir Obama forseta. Eg haldi, at hatta var ein øgiliga ikki penur máti at siga okkurt. Tey kundu havt sagt nei.