Hatta var dropin!

»Útjaðarin skal mennast«. Tað hava okur hoyrt ofta, men tað eru bara tóm orð, ið politikararnir siga fyri at tekkjast íbúgvarunum í útjaðaranum, tí okur síggja tað ikki í verki!

 

Hanna Pálsdóttir Vang


»Útjaðarin skal mennast«. Tað hava okur hoyrt ofta, men tað eru bara tóm orð, ið politikararnir siga fyri at tekkjast íbúgvarunum í útjaðaranum, tí okur síggja tað ikki í verki! Men latum okum bara øll flyta til miðstaðarøkið og oyða restina av landinum! Munnu tey kunna hýsa okum har norðuri?

Enn einaferð verða Suðuroyingar skjúgvaðir til viks. Oljuútgerðarhavnin, sum øll vóru sannførd um fór at liggja á Drelnesi, varð eisini tikin frá okum.

Eftir at hava hoyrt tey skelkandi tíðindi í útvarpinum, um at oljuútgerðarhavnin skuldi liggja í Runavík ella Havn, hoyrdu okur Høgna Hoydal siga, at hetta var ímóti løgtingssamtyktini, og so væntaði mann, at politikararnir fóru at leggja uppí, men so varð ikki. Teir høvdu fund og avgjørdu, at »okkurt« oljuvirksemi skuldi vera í Suðuroynni. Heilt erligt, hava teir null virðing fyri suðuroyingum? Halda teir, at suðuroyingar so bara siga »ná ókey, so er í lagi«? Tað halda teir óivað, tí suðuroyingar hava funnið seg í so nógvum frammanundan, at nú ger ikki mun longur.

Nýggjan miðnámsskúla hava teir lovað okum. Tað verður spennandi at síggja, um tað verður veruleiki; og hvussu við tunnlinum ímillum Øravík og Hov, man hann fara at koma? Ella eru tað eisini bara tóm orð?