- Hatta var býtt av mær

Tað sigur Kári Nielsen um verjubrølaran, sum kostaði AB dýrt í grannauppgerðini móti HB, sum vann 3-0

Mest umtalaða støðan í grannauppgerðini á Argjum er, tá Kári Nielsen endar inni í egnum fimm-metri og skal sparka vekk. Hann verður taklaður av Kristini R. Mouritsen og bólturin endar í málinum.

 

Les alla greinina við í Sosialinum við at trýsta HER

 

- Hatta er alt for býtt av mær. Har skal eg vita betri og bara sparka bóltin vekk. Hatta er ein heilabløðing, sum elsti maður á liðnum ikki eigur at gera, viðurkennur 33 ára gamli Kári Nielsen við Sosialin.

 

Les eisini: (Video) Samandráttur AB-HB 0-3


Miðvallarin minnist ikki heilt hendingina, men eftir at hava sæð hana umaftur heldur hann fyri, at hann tók fleiri skeivar avgerðir.

 

Les eisini: (Video) Eftirmeting AB-HB 0-3

 

- Tað er ein undarlig støða, tí eg endi við at renna inn móti málinum og til mítt vinstra bein. Eg kundi bara vent hinvegin, so hevði eg vent vekk frá málinum og kunna skotið bóltin við høgra beini, sigur miðvallarin og leggur afturat;

 

Les eisini: Kristin R. Mouritsen og Heðin Stenberg um løgna 2-0 málið

 

- Eg kundi eisini skotið bóltin út til innkast, í staðin fyri at royna at sparka hann fram á vøllin. Eg hugsaði tað ikki tá, men í dag hevði eg eisini havt sparka hann út til horna, heldur enn at teir fáa mál, sigur Kári, sum er týðiliga vónbrotin av hendingini.

 

Umtalaða hendingin fer fram frá 2:50 á samandráttinum, sum tú kanst síggja við at trýsta pílin á myndini

 

HB vann dystin 3-0. Málini skutu Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen og innskifti Tróndur Jensen.

 

Effo-deildin: 7. umfar

NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Henry Heinesen 26.

1-1: Debes Danielsen 90.+3.

Les eisini: Samandráttur dystinum

Les eisini: Eftirmeting av dystinum

 

B68-Skála 0-0

Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum

Les eisini: (Video) Eftirmeting av dystinum

 

B36-EB/Streymur 3-1 (1-0)

1-0: sjálvmál

2-0: Adeshina Lawal

3-0: Jákup á Borg

3-1: Egil á Borg

Les eisini: Samandráttur B36-EB/Streymur

Les eisini: (Video) Eftirmeting B36EB/Streymur

 

AB-HB 0-3 (0-1)

0-1: Fróði Benjaminsen 20.

0-2: Kristin R. Mouritsen 55.

0-3: Tróndur Jensen 90.+3.

Les eisini: Samandráttur AB-HB 0-3

Les eisini: Eftirmeting AB-HB 0-3

 

Víkingur-ÍF 1-1 (1-1)

1-0: Bárður Hansen 7.

1-1: Karl Løkin 35.

 

Støðan í Effo-deildini:

1. B36 17

2. HB 15

3. KÍ 13

4. NSÍ 11

5. ÍF 10

6. EB/Streymur 9

7. Víkingur 7

8. B68 5

9. AB 4

10. Skála 3

 

Komandi umfar:

9. mai

Víkingur-NSÍ

11. mai

KÍ-B36

B68-HB

Skála-ÍF

EB/Streymur-AB