Hatta var betur ógjørt, Høgni!

Høgni Hoydal gerst alsamt meira einsamallur í sínum flokki. Heini O. Heinesen skilti allan boðskapin hjá Anders Fogh Rasmussen, meðan Høgni bleiv hamskiftur og gloymdi alt tos um loysing og fullveldi og hevur nú trupulleikar við at finna slóðina aftur.

Øll liva vit sum børn av okkara tíð, og tó ? Høgni Hoydal vil vera øðrvísi enn øll onnur. Hann vil ikki vera barn av síni tíð. Hvørja ferð hann hevur gjørt ein politiskan brølara, slikkar hann sárini við at leita aftur í tíðina, og hann leitar so langt aftur, at allir føroyingar, sum hann rakar við sínum skuldsetingum, vóru als ikki føddir tá, ella vóru illa nokk komin í skúlaaldur.

Ætlar Høgni, at hansara børn og abbabørn, fyri lívstíð, skuluava fulla ábyrgd av teim hugsanum og gerðum, sum hann og hansara líkar standa fyri í dag?

Í Dimmalætting í dag er Høgni so beisur, at hann í ørviti rótar í sínum amboðskassa og heldur seg hava funnið prógv fyri, at allir føroyingar, sum manna andstøðuflokkarnar, eru ikki líka góðir við okkara mál og merki sum hann er. Er maðurin vorðin í ørviti? Hvar finnur tú í dag ein føroying, sum ikki er bæði errin og glaður fyri okkara góða mál og merki? Hvussu ber tað til at tann áður so hampuligi og dámligi Høgni er vorðin so óndur við sínar landsmenn?

Eg skilji væl at Høgni kennir seg sera kroystan júst nú. Álvaratos Høgni, átti tú ikki at verið tann allar seinasti, sum fór at skriva um smábarnarópini »Eg sigi tað við babba«? Er myrkaspælið hjá babba longu gloymt?

Høgni Hoydal skrivar eisini m.a. soleiðis: Sambandsflokkarnir í Føroyum byggja allan sín politikk á, at danskir politikarar skulu hjálpa teimum at harta sjálvstýrisflokkarnar og lova sambandsflokkunum pengar at keypa sær vinir fyri.

Lat meg gera tríggjar viðmerkingar til hesa sera grovu og ósonnu skuldseting hjá Høgna:

1.Heldur enn at brúka Heimastýrisskipanina so sum ætlað, hevur Tjóðveldisflokkurin og aðrir loysingarflokkar hækkað refusións- og blokkveitingina í 54 ár. Og heldur enn at gera heilar yvirtøkur hevur Tjóðveldisflokkurin saman við øðrum loysingarflokkum kravt av dønum, at fáa hálvar yvirtøkur, soleiðis at danir máttu gjalda meðan føroyingar skuldu valda. Sostatt er tað ikki Sambandsflokkurin, men hinvegin loysingarflokkarnir, sum hava kraddað sær pengar at keypa sær vinir og vald fyri.

2.Einasti veruligi sjálvstýrisflokkur í Føroyum í dag er Sambandsflokkurin. Sambandsflokkurin kann við sínum nýskipanaruppskoti geva Føroyum og føroyingum nógv størri sjálvstýri og sjálvræði enn loysingin fer at geva, og okkara uppskot fer eisini at geva tí einstaka føroyingi nógv størri persónligt frælsi enn loysingin nakrantíð kann geva. Um Javnaðarflokkurin megnar at halda fast við sína útmelding um eisini at vera ein samríkisflokkur, so vil hansara politikkur røkka líka langt sum okkara. Hesir báðir flokkar, kanska saman við Fólkaflokkinum, kunnu soleiðis geva okkum føroyingum eina trygga og frælsa tjóð. Góði Høgni! Títt áhaldandi meyl um loysing, fullveldi, danskar hóttanir, keypa vinir fyri pengar, knarrið um ófrælsi og hin afturvendandi suffanin um atkvøðuna í 1946, sum hvørki tú ella eg kunnu broyta, er ov møðandi og gevur einki úrslit. Nú hevur tú mjarrað og knarrað í skjótt 4 ár. Nær ætlar tú at byrja uppá tað, sum savnar og byggir upp?

3.Eingin føryoingur hevur og kemur nakrantíð at biðja danir um so nógvar pengar, sum Høgni Hoydal hevur gjørt. Hann traðkaði sínar fyrstu politisku barnaskógvar við at seta dønum krøv um loysing, fullveldi og óavmarkað vald. Næsta kravið var, at danir í eini skiftistíð skuldu leggja milliardir í hansara lumma í 15 ár. Hesi bonsku krøv Høgnasar gjørdu at Nyrup, Fogh og allir limir í Fólkatinginum gjørdust samdir um at geva Høgna eitt greitt svar. Vilja føroyingar hava loysing og fullveldi, ja, so fáa tit tað, men allar yvirtøkur í einum taki kosta pengar, og vilja tit rinda kostnaðin? Nei, tað vildi Høgni ikki, og tískil gjørdist alt ein ellubiti. Høgni skilti ikki hví hann ikki kundi fáa alt valdið uttan at gjalda. Og nú byrjaði Høgni við sínum smábarnarópum: Eg sigi tað við babba, og tað hevur hann gjørt líka til dagin í dag. Er tað ikki til babba, so vera knarrini send til ST, til Íslands og nú eisini til Grønlands. Hvat føroyski veljarin ynskir hevur minni at siga.