Hatta áttu vit til góðar

Malskjúttin hjá HB, Rasmus Nolsøe, var ikki í iva um, at HB átti stigið á Skála so ruddiliga uppiborið.
 Tað haldi eg, at vit høvdu. Ikki minst, tá tú hugsar um, at vit áttu eini 80% av spælinum gjøgnum dystin. Men soleiðis er fótbóltur jú eisini.
Tit trýstu hart og leingi fyri málinum. Var trúgvin upp tað ikki við at ganga undan, tá málið loksins kom?
 Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at vit sýna ein sera góðan hugburð í dag, har vit alla somlu tíðina arbeiða knallhart fyri at koma aftur í dystin, og tí er tað kanska eyka gleðiligt, at tað gevur úrslit.
 Men tá tað er sagt, so er tað eitt sindur keðiligt, at vit ikki fáa trý stig burtur úr dystinum. Vit hava sjey stig fyri fimm dystir, og tað er altso ikki heilt so gott, sum vit høvdu ætlað. Spælið hevur tó verið á eini heilt góðari leið, og tað er sjálvandi at fegnast um, men skulu vit longur fram á stigatalvuna, so má úrtøkan eisini betrast, staðfesti Rasmus.