Hatta trongdi til

Tað er eingin loyna, at trýstið á klaksvíkingum hevur verið stórt seinastu tíðina. Fimm dystir við bara einum stigi er vánaligasta røðin í langa tíð hjá felagnum, og í einum ári, har ein topp-plasering var málið, hevur hetta á ongan hátt verið nøktandi.
Tí er heldur einki at siga til, um spælararnir vóru eitt sindur lættari um hjartað, nú tað eydnaðist at fáa trý stig til høldar, og lætti er helst orðið, sum best myndaði huglagið hjá Ova Nysted, tá vit fingu orð á hann mánakvøldið.
- Hetta ger í øllum førum, at vit sleppa eitt sindur burtur úr trýstinum, sum hevur verið á okkum seinastu tíðina tíðina, segði hann, men hann var tó skjótur at leggja afturat, at enn er ikki sloppið.
- Nei, málið er so langt ífrá rokkið enn, men sum sagt, so fingu eitt sindur av luft við sigrinum. Skulu vit fram í oddin, so eru treytirnar tó púrasta greiðar. Nú skulu trý stig á borðið - hvørja einastu ferð. Megna vit ikki tað, so verða vit púrasta afturúrsigldir.