Tað skriva forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli.
Tey sipa til tíðindini á in.fo fyrr í kvøld, har semingsmaðurin vísti sína ónøgd við, at fakfeløgini ikki hildu avtaluna um, at tað bara er semingsmaðurin sum úttalar seg, nú farið verður undir seming.
– Við hesum ger hann (semingsmaðurin, red.) seg sekan í júst tí sama, sum hann leggur samskiparan undir.
Orsøkin til úttalilsið frá semingsmanninum var, at in.fo spurdi hann, um tað bara vóru arbeiðsgevararnir, sum høvdu fingið munnkurv frá honum. Tí stjórin í Vinnuhúsinum segði við Kringvarpið, at hann hevði onga viðmerking, tí tað varð avtalað við semingsmannin, at tað bara var semingsmaðurin, sum úttalaði seg. Men tá Sonja Jógvansdóttir útlegði støðuna í Kringarpinum, so bendi tað á, at arbeiðarafeløgini ikki høvdu fingið somu munnkurv, sum arbeiðsgevararnir. Tí setti in.fo semingsmanninum spurningin.
Men tey høvdu fingið somu munnkurv. Og tað er eisini vanligt í samráðingum, at tá ið partarnir eru innkallaðir til seming, so tiga tey alment og lata semingsmannin siga tað, sum sigast skal.
Í fráboðanini á Facebook frá forfólkunum í arbeiðarafeløgunum siga tey víðari soleiðis:
– Vit halda ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum. Tað er og verður ongantíð Terji Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. Sonja Jógvansdóttir er ein týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn.
Lesið eisini: Semingsmaðurin sera misnøgdur við Sonju Jógvansdóttir
Hetta kann skiljast sum, at arbeiðarafeløgini ikki góðtaka boðini frá semingsmanninum um einki at siga, og tað kann skapa trupulleikar í semingsroyndunum í morgin. Tí semingsmaðurin segði, at av tí at Sonja Jógvansdóttir ikki hevði verið við til samráðingarnar, so visti hann ikki, hvørja støðu hon hevði. Men um tað var ein eitt av forfólkunum, sum hevði úttalað seg soleðis, so hevði tað fingið avleiðingar. Tað segði hann, tí hann hevði gjørt avtaluna við forfólkini beinleiðis.
Tað tykist, sum um arbeiðarafeløgini hava eitt horn í síðuni á semingsstovninum. Tí í skrivinum, tey sendu út í gjár, sum gjørdi, at røringur kom í, byrjaðu tey soleiðis:
»Semingin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir.«
Hendan setningin hava tey tó ikki útgreinað nærri – og hava játtað at koma til samráðingarborðið aftur í morgin klokkan 15.
Forfólkini, sum hava skrivað undir skrivið, sum tey hava lagt á Facebook, eru:
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag