- Hatta passar ikki, Høgni

Poul Michelsen, sum eitt skifti var formaður í Stjórnarskipanarnevndini, fer nú eisini upp í kórið sum sigur, at Høgni Hoydal sigur ósatt um arbeiðið í Stjórnarskipanarnevndini.

- Eg eri sera illa við av, at Høgni Hoydal sleppur at vaska hendur við at turka skittin upp á onnur. Tað ger hann aftur og aftur. Tað slapp hann eisini í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Tað, sum hann segði um meg og Framsókn, taki eg við einum grann av salti, men at hann skal sleppa væl frá at flyta skuldarbyrðuna, at Stjórnarskipanararbeiðið datt niður fyri, á onnur við loddrøttum ósannindum – tað er ótrúligt, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Hann ger greitt, at tað kann skjalprógvast, at Høgni Hoydal lýgur.

- Tað passar ikki, at full semja var um fyrra uppskotið. Tað stendur svart uppá hvítt, at 9 av 10 nevndarlimum í Stjórnarskipanarnevndini, eisini Høgni Hoydal, tóku undir við, at uppskotið var egna til viðgerð í tinginum, men at broytingar fóru at verða gjørdar, tá Løgtingið skuldi viðgera uppskotið. Hetta kann skjalprógvast og átti at beint burtur allan iva, men tá Høgni Hoydal snarar veruleikanum, so ber alt til. Hvar er pressan? Er hon øll partur av Tjóðveldinum?, spyr Poul Michelsen.

- Tað passar ikki, at fýra flokkar vóru ímóti uppskotinum. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, helvtin av Tjóðveldi og Framsókn vóru fyri. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin høvdu sínar egnu tilmælir, meðan Høgni Hoydal var einsamallur um sína. Átta av 11 limum í nevndini, umboðandi 21 av 33 tingmonnum, vóru fyri nýggja Stjórnarskipanaruppskotinum.

- Tað passar ikki, at uppskotið ikki innihelt ‘rættindini hjá føroyingum sum tjóð’, ‘rættartrygd’ og ‘mannarættindini’. Øll hasi rættindi, og meira afturat, vóru tryggjaði í okkara uppskoti um Stjórnarskipan Føroya.

- Høgni Hoydal sigur ósatt um, at tað er ósatt, at hann og løgmaður/danski forsætisráðharrin hava gjørt avtalu um at forkoma málinum. Løgmaður og Høgni Hoydal gjørdu sínamillum av – í egnum partapolitiskum áhugamálum – at forkoma málinum um Stjórnarskipan Føroya.

- Høgni Hoydal sigur eisini, at tað var Tjóðveldi, sum fór undir arbeiðið við Stjórnarskipanini. Hetta passar, men tað passar eisini, at Tjóðveldi og Høgni Hoydal forkomu málini, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Formaðurin í Framsókn vísir á, at endamálið við stjórnarskipanini var ongantíð at loysa frá Danmark. Arbeiðssetningurin var, at stjórnarskipanin skuldi rúma verandi stjórnarrættarligu støðu føroyinga. At lýsa, hvussu vit fóru úr verandi stjórnarrættarligu støðu í eina aðra, og at vera lovasta lóg, tá Føroyar gjørdust fullveldi.

- Vit greiddu setningin. Uppskotið, sum ein stórur meiriluti í tinginum ætlaði at samtykkja, hevði tryggjað føroyingum hægsta vald í Føroyum. Vit loyvdu verandi ríkisrættarligu skipan at virka. Vit settu orð á, hvussu vit broyta ríkisrættarligu støðuna, og hvussu vit skipað samfelagið Føroyar, tá vit taka fullveldi. Vit høvdu alt – men nú hava vit einki, slær Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fast.