Hatta passaði heldur ikki

Høgni Hoydal er skjótur at fara til telduna at skriva og rætta, heldur hann seg ella sínar vera órættvíst viðfarnar.
Slíkt ber at skilja, men tað sum er verri at skilja ella rættvísgera er, at sami Høgni sjáldan sparir onnur, ið hann leggur undir bæði líkt og ólíkt, eru tey ikki samd við honum partapolitiskt.

Sum dømi kunnu nevnast røður hansara á tingsins røðarapalli, eitt nú tá fyrsta viðgerð var av fíggjarlógini fyri 2003. Tá var ikki lukkuligt, um tú fanst at røðum hjá tingfólki úr Tjóðveldisflokkinum ella tjóðveldispolitikki..

Brævaskiftið við fólkafloksmannin
Nú fær fyrrverandi tingumboð Fólkafloksins ùr Vestmanna í bløðunum langt svar frá Høgna, tí hann, Øssur Dam Jacobsen, hevur funnist at nýggju og broyttu støðutakan Tjóðveldisfloksins til nevndarumboðan á fólkatingi.
Hetta mugu teir so klandrast um, tað verður teirra sak, hóast tað er eitt sindur skemtiligt, tá tað júst var fólkafloksmaðurin Óli Breckmann, sum varð valdur fyrstu ferð á fólkating sum føroyska røddin á Christiansborg, ið ikki skuldi fara uppí nakran danskan flokk, og sum stutt eftir valið gjørdist limur í konservativa tingbólkinum.
Men lat tað nú fara.

Sambandsflokkurin og Venstre
Tað sum fekk meg at skriva hesar reglur er tað, sum Høgna skrivar um mína nevndarumboðan à fólkatingi.
Her má eg rætta Høgna, tí tað passar ikki, at eg umboði danska flokkin Venstre í nevndunum. Eg havi fingið tillutað nakrar nevndarsessir sum partur av tingbólkinum hjá flokkinum, men eg umboði meg sjálva og mín flokk. Ongin krevur nakað av mær, og ongar treytir fylgja við sessunum.
Sambandsflokkurin samstarvar við danska flokkin, og tað hava vit gjørt í mong ár. Sum limur í tingbólkinum havi eg nógvar fyrimunir av samstarvinum, ið umfatar nógv. Ikki minst nú Venstre hevur politisku leiðsluna í Danmark, og eg javnan eri á fundum saman við bæði fólkatingslimum eins og donskum ministarum. Skrivstovan og skrivarar mínir samstarva eisini væl við danska flokkin á praktiska økinum.

Fólkatingsumboðanin
Hvat viðvíkur fólkatingsumboðanini, so eri eg als ikki samd við Høgna, tá hann metir politisk um avrik alt eftir hvussu nógvar ella langar spurningar tú setir, ella hvussu langt aftur teir skulu fara, um hvat hendi fyri minst 100 ella 150 árum síðan fyri síðani at fortelja dønum um imperialistar og Danmark sum kolonimakt. Møguliga imponerar tað tjóðveldisfólk, ið lesa Fregnir, men um hann trýr at danskir fólkatingslimir ella vanligar danir lata seg imponera, so fer hann skeivur.
Sambandsflokkurin arbeiðir uppá annan máta; vit síggja veruleikan, sum hann er og líta frameftir. Ofta eru boð um at halda fyrilestrar ymsastaðni og í ymsum feløgum, og vanligt er við bæði brøvum og spurningum frá bæði frá føroyingum, dønum og øðrum.
Høgni skrivar so avgjørdur um, hvat onnur gera ella ikki gera sum fólkatingsumboð, men tað er kanska ov nógv at krevja, at hann veit, hvat hann tosar ella skrivar um. Harumframt gangi eg út frá, at hann kennir orðatakið um hinar tómu tunnurnar ?.. !!!