Hatta mást tú tola, Lars Løkke Rasmussen

Nógv umrødda keiputekningin í The Guiardian av Lars Løkke Rasmussen í brúnum naziuniformi við donskum tjóðareyðkennum sum grísum, øli og Lego rundan um seg

Danskir keiputeknarar eru ikki í iva: Lars Løkke Rasmussen má tola eina keiputekning, sum hana, ið »The Guiardian« prentaði í vikuni, sum lýsti danska forsætismálaráðharran sum nazist.

Tað er bretski blaðteknarin, Steve Bells, sum hevur teknað keiputekningina í The Guiardian í kjalarvørrinum av, at danska stjórnin hevur hert politikkin mótvegis flóttafólkum.

– Eitt vælplaserað plettskot, sum Lars Løkke Rasmussen og viðhaldsfólk hansara eru noydd at finna seg í við respekt fyri talifrælsinum.

Tað siga tríggir danskir blaðteknarar, sum Ekstrablaðið hevur tosað við í dagsins útgávu.

Hyklarí at mjarra

– Líka mikið hvat vit halda um tekningina, so má Løkke tola hatta, sigur Roald Als frá Politiken.

– Mær dámar ikki tekningina hjá The Guiardian. Hon er ikki serliga stuttlig, og eg sakni poengið.

– Men sæð í ljósinum av øllum rokinum um Mohammedstekningarnar fyri tíggju árum síðani, so er tað láturligt, at teir politikarar, sum tá talaðu søk talufrælsins og stuðlaðu rættinum hjá fjølmiðlum at prenta tað, teimum lysti, nú koma og krevja umbering og at tekningin verður tikin aftur.

– Tað er jú hyklarí og hol í høvdið, sigur Roald Als.

Ikki um strikuna

Kurt Westergaard, mohammedsteknari, er fyri so vítt samdur:

– Enski teknarin er ikki farin um strikuna. Als ikki. Í mínum eygum er hatta satira á høgum støði, sum Lars Løkke og danska fólkið eru noydd at góðtaka – eisini sjálvt um tað svíður.

Eingin hevur sum 80 ára gamli blaðteknarin á egnum kroppi kent, hvussu nógv hansara tekning av mohammed profetinum við eini bumbu í tubaini ávirkaði fólk kring allan heimin.

– Tann enski teknarin hevur við fullum rætti nýtt hagakrossin, tí tað er eitt tað sterkasta súmbolið í verðini, sum fær sterkar kenslur fram, sigur hann við Ekstrablaðið.

– Í 1930'unum gjørdi teknarin Hans Bendix gjøldur burtur úr Hitler og nazistunum, og hesum royndi Stauning, forsætisráðharri, at steðga. Tað var ikki pent, leggur Kurt Westergaard dent á.

– Tekningin vísir sjálvandi ikki Danmark. Tað vita øll. Men hon setir flóttafólka-rokið á spíssin, soleiðis sum Steve Bells sær tað. Longri er tann søgan ikki, heldur Kurt Westergaard.

Skidegóð tekning

Jens Julius, sum teknar fyri fleiri jysk dagbløð, og sum var ein teirra, sum teknaði tær 10 mohammedtekningar,  heldur at bretski starvsfelagi hansara hevur teknað eina skidegóða tekning, sum hann málber seg:

– Satiran er í høgum flokki, og teknarin fer til strikuna – men ikki um strikuna . Hann rakar akkurát tað, hann vil siga, við at róta eitt sindur av Vinstra, eitt sindur av Carlsberg og ein grís saman.

– Og um tær dámar tekningina ella ikki, er upp til tín sjálvan. Men Løkke má hava nóg breiðan rygg at tola, at gjøldur verður gjørdur burtur úr honum, hóast humorin kann vera grovur.