Hatta mátti Høgni Hoydal roknað við

Annlis Bjarkhamar skuldi havt tosað við tjóðveldisflokkin, áðrenn hon tók eina so umstrídda avgerð sum at seta landsantikvar beint ímóti innstillingini, heldur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi

Landsantikvarur

?Tá ið leiðslan í tjóðveldisflokkinum onki vil siga, kann ikki roknast við øðrum, enn at onkur tingmaður loysir frá posanum.
Heini O. Heinesen, sum er formaður tjóðveldisfloksins á tingi, heldur ikki at tað er nakað at undrast á, at Tórbjørn Jacobsen løgtingsmaður í Sosialinum í farnu viku loysir frá posabandinum í sambandi við málið um landsantikvarin.
Tórbjørn Jacobsen fýltist á, at leiðslan í tjóðveldisflokkinum var so tigandi, nú Annlis Bjarkhamar hevur fingið trupulleikar tí at hon setti Steffen Stumman Hansen í starv sum landsantikvarur heldur enn Símun Arge, sum setanarnevndin eimælt innstillaði til starvið heilar tvær ferðir.
Hinvegin svaraði formaður floksins, Høgni Hoydal, at hann hevði ikki hoyrt Tórbjørn Jacobsen bera hesi sjónarmiðini fram innanfloks.
Heini O. Heinesen vil sum so ikki leggja seg út í trætuna ímillum Tórbjørn Jacobsen og formann floksins, Høgna Hoydal.
Men hann vísir á, at setanin av nýggjum landsantikvari er eitt umstrídd mál og tí er tað onki undarligt, at tingfólk siga sína hugsan.
?At tingfólk siga sína meining er ikki annað enn væntandi, tá ið leiðslan í flokkinum tegir, sigur Heini O. Heinesen.
Hann sigur, at hann er avgjørt ikki fyri at múlabinda tingfólk. og tað ber ikki til at undrast á, á, at onkur av tingmanningini brýtur út, tá ið floksleiðslan ikki letur við seg koma.
? Tingfólk eiga avgjørt at hava loyvi til at siga sína hugsan, hóast tey ikki eru samd við leiðsluna í flokkinum, ella við flokkin annars, sigur formaðurin fyri tjóðveldisflokkin á tingi.
? Í hesum føri er talan um eitt mál, har øll standa spyrjandi og tí er onki undarligt, at Tinglimir siga sína hugsan, tá ið leiðslan í flokkinum ikki ger tað.
? Men sjálvsagt er altíð betri at mál verða viðgjørt innanfloks, leggur hann afturat.

Løgin avgerð
Annars vil heini O. Heinesen sum so ikki siga so nógv um sjálva starvssetanina.
Men hann minnir á, at Annlis Bjarkhamar hevur sagt, at hon var greið yvir, at tað fór at elva til trupulleikar tá ið hon setti Steffen Stumman Hansen framum Símun Arge, sum setanarnevndin mælti til.
? Og tað tykir mær løgið, at hon skal hava tikið eina so umstrídda avgerð, uttan at hava ráðført seg við flokkin.
Heini O. Heinesen heldur avgjørt, at Annlis Bjarkhamar átti at havt tosað við flokkin, áðrenn hon tók eina avgerð um at ganga ímóti eini samdari setanarnevnd.
? Men tað hevur hon ikki gjørt. Um hon hevur ráðført seg við einstaklingar í flokkinum, veit eg ikki, men flokkin hevur hon ikki tosað við.
Serliga, nú Annlis Bjarkhamar er so óroynd í politikki, átti hon at spurt onnur til ráðs, leggur Heini O. Heinesen afturat.
Annars heldur hann, at tað er skeivt at nevna tað setanarnevnd, tí tað skerst heldur ikki burtur, at Annlis Bjarkhamar hevur óskerdan rætt at seta starvið. Men tá ið avgerðin var so umstrídd, átti hon at havt ráðført seg við onkran í flokkinum.
Hann vísir m.a. á, at Símun Arge hevur ein ávísan starvsaldur, hann hevur stuðul frá starvsfólkunum so tað skulu sera góðar grundir til at vraka hann.

Ein natúrlóg
Í Sosialinum í farnu viku finst Høgni Hoydal eisini at løgmanni fyri at gera mismun á Landsstýrisfólkum, tí hann hevur ikki hoyrt løgmann úttala seg um landsstýrisfólk hjá fólkaflokkinum, sum hann hevur úttalað seg, nú Annlis Bjarkhamar málið hevur tikið seg upp.
Men her er Heini O. Heinesen ikki heilt samdur.
?Tað er næstan ein natúrlóg, at ein og hvør Løgmaður verður meiri atfinningarsamur ímóti landsstýrisfólkum úr øðrum flokkum senn sínum egna. Soleiðis er politikkur nú einaferð, sigur
Heini O. Heinesen.