Klokkan 9.15 var fundur í skiftirættinum um trotabúgvið, Dimalætting.
Bústjórin, Sigmund Poulsen, gjørdi støðuna upp, og hon vísti, at Dimmalætting hevur eina áogn á 150.000 krónur, harav talan í reiðum peningi snýr seg um góðar 1.500 krónur, meðan skuldin verður leystliga mett til 4 milliónir krónur.
Nøkur av starvsfólkunum, Ingolf S. Olsen, virkandi formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, umframt nakrir ognarar vórðu møttir til fundin.
Eitt av møttu starvsfólkunum var Jógvan Jákupsson, og vit spurdu hann, hvat hann fekk burtur úr fundinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu hann metti støðuna.










