Signar á Brúnni skilir ikki, hví Føroya Lærarafelag førir fram, at hann skal hava sagt, at nýggja fólkaskúlalógin áleggur ikki lærarum meira arbeiði.
- Tað, sum eg havi sagt alla tíðina, bæði tá lógin kom fram og undir viðgerðini er, at stóri brølarin er, at lógin var ikki nóg greidliga lýst, tá hon kom fram, t.d. hvør kostnaðurin kom at verða av lóggávuni. Har er trupulleikin.At arbeiðsbyrðan er økt, er einki at taka seg aftur í, sigur Signar á Brúnni.
- Eg veit ikki, hvaðani Lærarafelagið hevur hetta. Eg havi sagt tað øvugta, bæði fyri lærarafelagnum og tá seinastu samráðingar vóru og eg sigi tað eisini nú. Eg havi ongantíð sagt, at nýggja lógin ikki áleggur lærarum meira arbeiði, sigur Signar á Brúnni.
Hann sigur, at hann serliga hevur gjørt vart við, at skúlaleiðslurnar fáa økta arbeiðsbyrði, oman á alt tær hava frammanundan, og fáa eiki fyri tað.
Svarti Per
Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hevur ført fra, at kostar lógin so nógv, so má hon broytast. Hvørja viðmerking hevur Signar á Brúnni til hetta?
- Tað kann ein siga. Eg eri samdur við Karsten Hansen so langt, at tá lógin varð samtykt, so vantaði nakað, nevniliga fíggjarligu avleiðingarnar. Men at seta eina lóg í gildi og síðani avtaka hana aftur, tí hon kostar ov nógv, tað er ikki seriøst, heldur Signar á Brúnni.
Hann heldur, at nógv gott og spennandi er í lógini og at tað verður ringt at fara at broyta lógina aftur.
- Eg skal ikki siga, hvar trupulleikin liggur í steðgaðu samráðingunum millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, men eg vóni innilga, at partarnir semjast, tí tey, sum líða undir einum verkfalli, eru børnini og foreldrini, sum eru ósek, og eg haldi ikki tað er heppi fyri lærararnar, at fara út í verkfall. Tí vóni eg, at partarnir gera alt teir kunnu, fyri at sleppa undan verkfalli, tí tað verður ein katastrofa, tí allur skúlin liggur lamin og einki skil verður á, heldur Signar á Brúnni.
Signar á Brúnni ásannar, at tað er ein løgin støða at sita uttanfyri og sum landsstýrismaður í skúlamálum ikki vera partur í málinum.
- Samráðingarnar eru millum Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið. Men kemur tað til skúlapartin, so koma vit inn. Hendir ólukkan, og verkfall verður, so siti eg við Svarta Per og ikki Fíggjarmálastýrið, ásannar Signar á Brúnni, sum tó hevur vónir um, at partarnir finna eina loysn.









