Hatta fari eg ongantíð at gera

Hilmar Evansson Gudmundsen er átta ára gamal og býr í Sørvági. Frá stovuni har hann býr, sær hann oman á fótbóltsvøllin á Valloyruni. Og sjálvandi spælir hann fótbólt við SÍ.
Hilmar er áleypari, men roynir seg eisini á miðvøllinum viðhvørt og onkuntíð í verjuni.
- Viðhvørt eri eg eisini á bonkinum, men eg eri ongantíð í mál, sigur hann. Í løtuni er kappingin í summarfrí, men tað er Hilmar so sanniliga ikki. Hann hevur verið á plenuni hvønn dag, tá veðrið hevur verið til vildar. Og nógva venjingin gevur úrslit. Lið hansara hevur spælt seg víðari úr sínum bólki, har teir vunnu allar dystirnar - uttan tann ímóti grannunum SÍF.
- Nú gongur ikki akkurát líka væl, og vit tapa viðhvørt, sigur Hilmar, men skundar sær at leggja aftrat, at tað framvegis er líka stuttligt at spæla fótbólt.
Aftan á summarfrítíðina fara Hilmar og hini 14 í flokkinum í annan flokk. Og sum allir hansara javnaldrar, so hevur hann sjálvandi fylgt væl við í HM.
- Eg helt við Brasil, men tá Frankaríki vann á teimum, og Brasil mátti heim, so fór eg at halda við Frankaríki, fortelur Hilmar, sum eisini sá, tá Zidane skallaði Materazzi í bringuna.
- Tað fari eg ongantíð at gera, sigur Hilmar álvarsamur.
Frakland tapti finaluna fyri Italia, men tað broytir onki upp á ta sannroynd, at Føroyar møta heims- og varaheimsmeistarunum i fótbólti á Tórsvølli í komandi EM-undankapping.
- Tá fari eg heilt víst at hyggja, sigur Hilmar og smílist um alt fimmoyra.