Hatta eru vanlig herindi

Jógvan við Keldu, býráðsformaður, sigur seg ikki leggja nógv í skuldsetingarnar frá Torleifi Sigurðsson. Hann sigur tað vera púra vanlit, at Torleif fær slík herindi

? Fíggjarlógaruppskotið er samtykt á býráðsfundinum segði eg, at vit fegin kundu atkvøða um fíggjarlógaruppskotið, men um eingin hevði nakað ímóti tí, kundu vit bara samtykkja tað uttan atkvøðugreiðslu. Tá eingin bað um atkvøðugreiðslu, varð uppskotið roknað sum samtykt.

Jógvan við Keldu leggur lítið í skuldsetingarnar frá Torleifi Sigurðsson. Hann sigur, at talan er um vanlig herindi, ið Torleif Sigurðsson fær einar tvær ferðir um árið.


Ikki heilt ósamdur

Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur seg ikki vera so heilt ósamdan við andstøðuni, tá tað ræður um at fáa læknunum betri umstøður.

? Eg eri samdur í, at tað kanska hevði verið hóskandi at gjørt verandi læknahøli í stand. Men tað, sum eg eri bangin fyri er, at ætlanin um heilsumiðstøðina bara verður útsett og útsett. Og tað er ikki gott.

Tí heldur Jógvan við Keldu tað vera umráðandi at fáa sett gongd á arbeiðið við heilsumiðstøðini sum skjótast.

Somuleiðis er Jógvan við Keldu samdur í, at tað bert eru játtaðar 500.000 krónur til heilsumiðstøðina, og ásannar hann, at restin er tikin úr grunninum, ið er ætlaður til umvælingar av svimjihøllini. Men hann heldur tað væl bera til at útseta partar av umvælingunum av svimjihøllini eina tíð fyri at fáa arbeiðið uppá heilsumiðstøðina sett í gongd.

Harafturat er Jógvan við Keldu eisini partvís samdur við andstøðuni, tá hon sigur, at vandi er fyri, at peningurin til læknamiðstøðina bara fer til projektering. Men hann vísir í hesum sambandi á, at hetta bert hevði verið galdandi, um einans 500.000 krónur vórðu settar av.


Yvirskot

Jógvan við Keldu sigur, at stórur mundur er á yvirskotinum á fíggjarlógaruppskotunum frá ávíkavist andstøðuni og samgonguni. Hann vísir á, at uppskotið hjá samgonguni gevur eitt yvirskot á 2,4 milliónir, meðan uppskotið frá andstøðuni gevur eitt yvirskot á 0,8 milliónir. Og orsøkin til yvirskotið er ikki, at tikið verður úr grunnum, staðfestir hann.

Í sambandi við ónøgdina um barnaansingartørvin, sigur Jógvan við Keldu, at býráðið fyri stuttum tvífaldaði barnaansingarmøguleikarnar, tá Mynuhúsið varð tikið í nýtslu. Men hann ásannar, at talan er um ein raðfestingarspurning.