Hatta eri eg ógvuliga harmur um

- Hatta var betri ósagt, sigur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður


Følir hann seg úthongdan av tí, eg havi sagt, eri eri ómetaliga harmur um tað.

Tað sigur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og limur í landsstýrismálanevndini.

 

Í grein her á www.in.fo í áðni, følir fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, seg úthongdan av tí, løgtingsmaðurin førdi fram á tingsins røðarapalli.

 

Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál".

Hans Petur Joensen sigur, at sostatt hevur tingmaðurin fingið innlit í privat viðurskifti og tað er bæði brot á tagnarskyldu og á rættartrygd.

 

Les eisini: Følir seg úthongdan alment av løgtingsmanni

 

Joen Magnus Magnussen leggur dent á, at uppsøgnin av fíggjarleiðaranum á Strandferðsluni, var ikki upp á nakran máta við í viðgerðini, tá ið landsstýrismálanevnd viðgjørdi klaguna frá andstøðuna um embætisførsluna hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum í sambandi við meirnýtsluna hjá Strandferðsluni.  

 

Hann leggur somuleiðis dent á, at hann hevur ikki fingið at vita, hví Hans Petur Joensen varð uppsagdur.

- Tað einasta, eg havi fingið at vita, var, at uppsøgnin hevði einki samband við landsstýrismannin.

Men hann vil ikki siga, hvaðani hann hevur upplýsingarnar.

- Tað kom eg at nevna á tingins røðarapalli, men nágreiniligu orsøkina havi eg einki fingið at vita um.

- Tað eri eg púra óvitandi um, leggur hann afturat.

Tí veit hann ikki rættiliga um nøkur tagnarskylda, ella rættartrygd, er brotin.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at er hann gingin Hans Petur Joensen ov nær, er hann ómetaliga harmur um tað.

Hann staðfestir, at løgtingslimir kunnu ikki ábyrgjast fyri tað, teir siga á løgtingins røðarapalli.

- Men nettupp tað setir serlig krøv til okkum, at vit vanda okkum um orðini og hatta var betri ósagt, ásannar Joen Magnus Rasmussen.