Hatta er tápuligt

Nevndarforkvinnan í BankNordik heldur lítið um Pokémon Go, spælið sum herjar um allan heimin.

Leygardagin kom væl umtókta spælið Pokémon Go til Danmarkar og Føroyar og hevur, eins og alla aðrastaðni um allan heim, bergtikið bæði danir og føroyingar.

 

Meðan føroyingar kanska ikki eru farnir so langt sum fólk aðrastaðni, við at ganga inni á privatari ogn og bróta inn í bygningar ella stjala bátar í síni leitan eftir smáu monstrunum, so er tað vorðin ein vanlig sjón at síggja fólk samlast á ávísum støðum, har øll gløða niður í telefonina. Við Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum bæði eru sonevnd Gym, ella vígvøllir, har fólk kunnu berjast við monstrunum, er nú heilt vanligt at síggja bilar standa í tómgongd, meðan fólk í bilunum spæla Pokémon Go.

 

Ikki øll eru bergtikin tó. Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik, heldur lítið um seinastu dilluna og serliga er hon bangin um at síggja, hvat fólk kunnu fáa seg at gera, fyri at fanga verur, sum einans finnast í einum hugaheimi.

- Hatta er tápuligt, og tað skulu vit ikki lata vera við at siga, sigur hon við Kristeligt Dagblad.

 

- Tá ein sær, hvørjar avbjóðingar løgreglan annars hevur, kan man ikki annað enn halda, at hetta er tápuligt. Gevist, finnið okkurt annað og meiri gevandi at gera enn at reika runt og fanga verur, sum ikki finnast, sigur Stine Bosse.

 

Hon heldur, at hetta sigur nógv um tíðina vit liva í, á tveimum ymiskum økjum.

- Ein má vænta, at hetta eru skilafólk, sum renna runt í urtagørðunum hjá øðrum og fanga verur, sum ikki finnast. Tað í sjálvum sær er láturligt, sigur hon, men heldur fram.

- Og so er tað tað, at fólk gerast bangin og halda, at onkur roynir at bróta inn til sín. Tað er eisini løgið og eitt tekin um, at vit eru vorðin bangin fyri øllum møguligum, sigur Stine Bosse.

 

Stine Bosse eftirlýsir einum størri kjakið um, hvønn leiklut snildfonirnar skulu hava í okkara lívi.

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit tosa um tað, og tora at siga, at tað er tápuligt. Vit skulu hugsa um tað kritiskt, nevna tað við døgurðaborðið, og ikki bara lata okkum tøla av slíkum dillum, sigur hon.

 

- Eg sakni eitt kjak um, hvussu lættliga við lata okkum stýra av snildtelefonini, og hvussu primitiv vit í veruleikanum eru, tá vit fella fyri slíkum spølum. Hugsa tær um, hvat slík tøkni annars kundi verið brúkt til? Hvat, um onkur vildi fáa fólk at gera ymiskt, sum veruliga var at fara út um mark? Tað er ræðandi, sigur Stin Bosse.