Hatta er rokningin

Heðin Mortensen, formaður í Kommunala rbeiðsgevarafelag dugir ikki at meta, um rokningin frá semingsmonnunum er rímilig ella ei

Helvtin av rokningini frá teimum báðum semingsmonnunum skal rindast av arbeiðsgevarunum, í hesum førinum Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Teirra partur av gjalda er 236.250 krónur.
Heðin Mortsnen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum veit ikki enn, hvussu Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag fara at býta rokningina sínamillum. Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur bara við tveimum av sáttmálunum at gera.
- 1500 krónur um tíman ljóðar nógv, men eg veit ikki, hvat grannskoðarar og sakførarar taka um tíman, og tí veit eg ikki um rokningin er rímilig ella ei, sigur Heðin Mortensen.
Hann nevnir, at tá ið semingsmenn verða bidnir um at gera eitt arbeiði, hevur ongantíð verið spurt um, hvat teir taka um tíman.
- Nakað annað er, at eina aðra ferð kundu vit roynt at avtala frmmanundan, hvør lønin skal verða, sigur Heðin Mortsensen.