Jorge Valdano, sum fyri stuttum var ítróttastjóri í Real Madrid, langar nú út eftir Chelseas og Liverpool fyri teirra fótbóltsspæl – ella vantandi fótbóltsspæl. – Chelsea og Liverpool eru bestu dømini um, hvussu framtíðin hjá fótbóltinum sær út. Intensitetur, kollekvtivisma, taktikkur, fysikkur og beinleiðis spæl eru í hásætinum, meðan stuttu sendingarnar, ferðskifti, driblingar og annað undirhald verða strikað. Mourinho og Benitez vóru ongan tíð stórir spælarar sjálvir. Teir høvdu ikki talentið sjálvir, og tí rokna teir ikki við, at teirra spælarar hava talentið til at skapa tað óvæntaða, sigur fyrrverandi heimsmeistarin millum annað.










