Hatta er ikki allur sannleikin, Jóannes

Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur

Las í kvøld við undran í Sosialinum um javnaðartingmenn, sum saman við løgmanni kappast um at renna undan ábyrgdini av fíggjarlógini fyri 2007, ið var samtykt á seinasta løgtingsfundi fáar dagar fyri jól.
Stóri trupulleikin og orsøkin til rokið eru tær 5,2 mill. kr. eyka til rakstur, ið fíggjarnevndarformaðurin, einsamallur og uttan at spyrja onnur í samgonguni fyrst, legði aftrat kontuni hjá Landsverk í seinastu løtu, fyri at flyta eina útreiðslu frá partafeløgunum hjá undirsjóvartunlunum yvir á landsins fíggjarlóg.
Nú trínur løgmaður fram á pallin og fortelur, at hann hevði ávarað fíggjarnevndina ”- men tey hugsaðu ikki nóg væl um avleiðingarnar av tí, tey gjørdu. Men tey vóru ávarað..” sigur løgmaður.
Løgmaður verður eisini endurgivin fyri at siga: ”- At fíggjarnevndin gjørdi tað, var ikki nóg væl umhugsað, tí nevndin átti at vita, at tað fór at elva til stóra ónøgd, og til at fleiri onnur krøv fóru at verða sett fram ..”
Sum fíggjarnevndarlimur og partur av samgonguni ætli eg ikki at skumpa ábyrgdina frá mær, men her má eg rætta løgmann, tí tær væntaðu fylgjurnar vóru júst tað, sum fekk fleiri okkara í fíggjarnevndini at mótmæla, tá vit sóu uppskotið uppá prent. Sum eg skilti støðuna, var semja gjørd
um í staðin at brúka tíð til kannngar av eini heildarloysn, og tí skuldu tær 5. mill. kr. eyka til Landsverk takast av aftur, áðrenn uppskotið varð.
Alt hetta hendi, áðrenn løgmaður hevði verið inni í myndini yvirhøvur, tað eg veit. !
Hvørjir rossahandlar síðan eru gjørdir, veit eg ikki, og heldur ikki millum hvønn, men tær 5,2 mill. kr.
til Landsverk vóru standandi, og endin gjørdist tíverri, at eitt broytingaruppskot kom niðan í tingið beint undan seinastu atkvøðugreiðsluni, har setast skuldu av 5 mill. kr. eyka til Samferðslu á § 15, og ein onnur broyting til Vegir og Havnir á § 6 uppá 6,5 mill. kr. eyka, undirskrivað av samgongulimunum í fíggjarnevndini.
Eg eri ikki stolt av tí, sum hendi, men eg tori at siga, at løgmaður als ikki heldur seg til sannleikan, tá hann seinri í samrøðuni við Sosialin verður endurgivin fyri at siga :”- Og sum eg eisini ávaraði fíggjarnevndina um, førdi tað til stóra ónøgd, at undirsjóvatunlarnir vórðu tiknir burtur úr heildini.
Men Løgmaður sigur, at fíggjarnevndin hvørki var til at høgga ella stinga í ..”
Hertil gongur mítt mark !!!
Løgmaður er ikki ein og hvør, og mín viðmerking til hetta kann bert vera tann eina, at um løgmaður var ein sterkur samgonguleiðari, so slerdi hann nevan í borðið og segði hart og týðiliga : NÙ ER NÒG MIKIÐ !
Men tað sær ikki út til at hann vil tað, tí tað er lættari at siga eina søgu, sum ikki er sonn.