Hatta er fullkomiliga sjúkt

Eingin orsøk er at fara í panikk, hóast ein einki atgongumerki hevur til Voxbotn. 200 atgongumerki afturat verða sett til sølu beint undan tiltakinum, sigur Rúni Djurhuus.

 

Rúni Djurhuus, sum er ein av teimum, sum skipa fyri Voxbotn, hevur eisini lagt til merkis, at atongumerki til tiltakið nú verða seld fyri okursprís á netinum. Sum in.fo skrivaði fyrr í dag bleiv eitt atgongumerki í gjár selt fyri 1300 krónur.

- Tað er fullkomilga sjúkt og synd fyri tey, sum keypa atgongumerki til slíkar prísir. Men soleiðis verður ofta, tá útselt er til eitt tiltak, sigur Rúni Djurhuus.

 

Les eisini: 1300 krónur fyri at sleppa á Voxbotn

 

Hann sigur, at tað er ikki tað stóra, fyriskipararnir fáa gjørt við at fólk selja atgongumerki síni á hendan hátt.

- Um onkur hevur keypt eitt atgongumerki, men so kortini ikki fær farið, so mugu tey hava rætt til at sleppa sær av við atgongumerki aftur. Tá er torført hjá okkum at leggja okkum út í, hvat atgongumerki verður selt fyri, sigur hann.

 

Fyriskipararnir eru tó á varðhaldi móti, at fólk skulu gera sær dælt av hesum møguleikanum.

- Vit fylgja væl við, hvørji atgongumerki verða seld, og um vit síggja, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur, so taka vit málið víðari, sigur hann. Tað er nevniliga ólógligt at keypa atgongumerki inn undir seg við tí endamáli at selja tey víðari fyri okursprís.

 

Rúni Djurhuus sigur tó, at hóast tiltakið formliga er útselt, so eru 200 atgongumerki eftir, sum verða sett til sølu seinastu vikuna undan tiltakinum.

- Vit hava altíð havt 200 sonevnd útisetaatgongumerki, sum vit hava selt seinastu vikuna undan Voxbotn. Hesi eru í stóran mun æltaði útisetum og útlendingum, men tey verða kortini seld í fríari sølu. Tey verða sett til sølu 19. juni, so tá hava fólk møguleika at ogna sær atongumerki til rættan prís, sigur Rúni Djurhuus.