Í Dag&Viku í kvøld bleiv ljós enn einaferð varpað á hvussu dýrt tað er hjá hotellum og matsovum at keypa vín frá Rúsdrekkasølu Landsins, og í innslagnum mælti fólk í vinnuni á politiska myndugleikarnar um at broyta lógina, so at tey fáa møguleikan at keypa vín beinleiðis frá útlandinum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, var gestur í Dag&Viku í kvøld, har hann segði, at rættast er, um vinnan sleppur at bíleggja vín beinleiðis.
- Eg trúgvi ein rættur vegur at fara, er tað sum Karin Visth sigur, tað er at hotell og matstovur fáa loyvi at innflyta beinleiðis. Tað hevði verið besta loysnin, haldi eg, segði landsstýrismaðurin og legði aftrat.
Poul Michelsen ásannaði tó, at talan er um eitt politiskt trupult mál, men væntar hann, at undirtøka er fyri tí í tinginum.
- Eg arbeiði fyri tí, men hatta er eitt politiskt minufelt. Men eg havi skilt tað soleiðis, at í tinginum í dag eru tað fleiri og fleiri, sum halda hatta er ein gongd leið. Eg havi ikki roynt um tað ber til politiskt enn, men vit eru fyrireikaði at gera lógaruppskotið, ið kann gera tað møguligt, segði Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at eitt slíkt uppskot møguliga verður lagt fyri tingið á ólavsøku.