- Tað, sum býráðslimir hjá Tjóðveldi í Havn, føra fram, er beinleiðis lygn. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð. Samgongan í Tórshavnar Býráð ætlar undir eina risastóra útbygging í Tórshavnar Havn, út frá Skansanum.
Les eisini: Tey drepa Havnina
Men Tjóðveldi í býráðnum hevur mælt til at kanna møguleikarnar at byggja út á Sundi ístaðin, áðrenn endalig avgerð verðru tikin.
Les eisini: Heðin Mortensen sum ein groggy nevaleikari
Hetta hevur rættiliga loypt øði í borgarstjóran í Havn, sum í rættiliga bersgønum vendingum kallaði hetta eina fantasihavn og tað elvdi til eitt líka hvassorðað aftursvar frá Tjóðveldi. Og Sjúrður Olsen heldur, at einasta endamál hjá Tjóðveldi er at forða fyri ætlanini, so at einki hendir.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá sínum sjónarmiðum
|










