Samgongan átti at vita, at ætlanin við uppboðssølu fór at skapa trupulleikar.
Tað sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, í viðmerking til uppskotið, sum var lagt fram á ting í gjár. Uppskotið, sum hevur gjørt, at rumbul er í Javnaðarflokkinum.
– Vit hava alla tíðina verið ímóti eini uppboðssølu og tá ið tað gjørdist greitt, at einki mark skuldi vera fyri hvussu nógv skuldi fara um eina uppboðsølu, so var einki at gera. Útmeldingarnar hjá løgmanni hava síðani gjørt púra greitt, at júst hetta hevur verið ætlanin frá byrjan, hóast hann royndi at staðfesta beint tá, at tað ikki var ætlanin.
-Nú síggja vit so á ósemjuni í flokkinum hjá løgmanni, Javnaðarflokkinum, at tinglimir ikki eru á eina máli um, hvussu stórur partur av vinnuni skal umskipast til uppboðssølu, sigur Jógvan Skorheim, sum tí ikki heldur nakað óvæntað vera í, at løgmaður nú hevur ilt við at fáa tingmanningina at draga somu línu í hesum málinum.