Japanski forsætisráðharrin, Yukio Hatoyama, hevur gjørt av at leggja frá sær. Tað sigur sjónvarpið NHK í morgun. Avgerðin hevur uttan iva samband við, at forsætisráðharrin er illa umtóktur millum fólk.
Fyri átta mánaðum síðani fekk hann stuðul frá 70 prosent av japanska fólkinum, men í dag eru tað bara 20 prosent, sum stuðla honum.
Tað er serliga ein avgerð hjá Hatoyama, sum hevur fingið nógvar japanar at venda honum bakið. Á einari fólkaatkvøðu bleiv avgjørt, at ein illa umtókt amerikonsk herstøð skuldi flytast av oynni Okinawa. Men forsætisráðharrin var ímóti, og tað hevur so gjørt, at nú noyðist hann sjálvur at flyta, skrivar Reuters.










