Seinnapartin í dag var hátíðarlig móttøka við Bursatanga í Havn, har tey mongu, sum høvdu leitað sær oman á bryggjuna, høvdu høvi at síggja og vitja umborð á nýggja loðs-og sleipibátin við navninum Maria hjá Faroe Agency.
Tað var annar av stjórunum í Faroe Agency, Maria í Akrabyrgi, sum beyð vælkomin og bjóðaði øllum teimum mongu, sum vóru komin saman, umborð á síggja nýggja farið. Hon beyð eisini til ábit og okkurt leskandi í einum tjaldi, sum sett varð upp við høvi.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, segði nøkur orð og ynskti bestu eydnu við bátinum.
Ein annar kendur maður, Árni Dam, ið líka sum var ímyndin av Faroe Agency, segði eisini nøkur orð við høvi við Bursatanga í dag.
in.fo var umborð á nýggja loðs-og sleipibátinum, og vit fara seinni í kvøld at venda aftur til snotuliga bátin, eins og vit fara at leggja út eina myndarøð, ið neyvari lýsir, hvussu báturin sær út - uttan og innan.
Fleiri myndir síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER