26. februar eru 135 ár liðin, síðani J. H. O. Djurhuus bleiv føddur.
Í hesum sambandi verður skipað fyri konsertum, fyrilestri og listaframsýning í Havn.
Mikudagin 24. februar hevur Hanus Kamban ein fyrilestur um Janus Djurhuus og hansara lív og virki. Stanley Samuelsen fer at spæla nakrar sangir við tekstum eftir Janusi Djurhuus.
Hósdagin 25. februar verður konsert við Tarira, Enekk og Stanley Samuelsen, har tey spæla yrkingar hjá Janusi Djurhuus og løg eftir ymiskum tónasmiðum.
Fríggjadagin 26. februar letur ein listaframsýning við bólkinum Newyorkerne upp, við íblástri frá Janusi Djurhuus.
Leygardagin verður matiné í Havnar Kirkju, har Stanley Samuelsen og Jón Festirstein spæla løg til yrkingar hjá J. H. O. Djurhuus.