Rannvá og Aimée sita og hvíla beinini niðri í Vágsbotni.
- Vit hava fingið húgvuna, og tað hátíðarhalda vit, við at fara á Voxbotn, siga tær.
- Tað besta her er stemningurin og so tað, at man møtir so nógvum fólki, siga Rannvá og Aimée. Nú hvíla tær seg, meðan tær lurta eftir Jens Marna, men skulu seinni út at mala aftur.
Tær smílast hvør at aðrari, tá eg spyrji hvønn tær gleða seg mest til.
- L.O.C. siga tær samstundis og flenna, tá eg má viðganga, at eg als ikki kenni til L.O.C sjálvur. Men tað er eingin ivi um, at hann er stóra stjørnan í Vágsbotni í kvøld. Í øllum førum hjá Rannvá og Aimée.