Hátíðarhalda Gerhard í Skopun frá kl 15

Skopunar kommuna bjóðar kaffi og okkurt gott í sambandi við, at Gerhard Lognberg nú fer frá sum borgarstjóri

Gerhard Lognberg, tá hann fekk heiðurin at klippa snórin í Sandoyartunlinum

Tað er eftir seinasta bygdarráðsfundin við Gerhardi Lognberg, at kommunan nú frá klokkan 15 bjóðar til ein kaffimunn, eftir at Gerhard Lognberg nú gevst eftir 40 ár í kommununi.

Tey vóna, at nógv fólk koma at heilsa upp á fráfarandi borgarstjórin.

In.fo er á staðnum og hevur meira frá tiltakinum seinni.

 

 

Gerhard Lognberg, tá hann fekk heiðurin at klippa snórin í Sandoyartunlinum