Hátíðarhalda fimleikafelagið Ljósið á Boðanesheiminum

Í dag eru liðin 40 ár síðani fimleikafelagið Ljósið varð stovnað

Í dag eru liðin 40 ár síðani fimleikafelagið Ljósið varð stovnað.

 

Tað hátíðarheldur felagið næstu vikuna.

 

– Vit fara at halda føðingardagin við hugna á øllum liðum okkara ígjøgnum vikuna og byrja mikudagin 21. oktober, skrivar fimleikafelagið á heimasíðuni.

 

– Øll fara at gera 'ljósið' til venjing og verða avmyndað, og allar myndirnar verða lagdar út á heimasíðuna. Vit fara ætlandi at hava Ljósið-café í Fimi 22. oktober kl 16.30-18.30, og høvi verður at síggja gamlar myndir og fáa eitt gott fimleikaprát.

 

Sjálvan føðingardagin – sum erí dag – fara limir í Ljósinum út á Boðanesheimið at vitja Lydiu Arge, som tók stig til stovnanina, og har fer estetiska unglingaliðið hjá felagnum at gera fimleik fyri Lydiu.

 

– Soleiðis ynskja vit at takka Lydiu Arge fyri tað stóra arbeiðið, hon altíð hevur lagt í okkara felag, skrivar fimleikafelagið Ljósið.