Á skránni verður tónleikur og sangur, barnatiltak og málningauppboðssøla. Millum teirra, ið fara at framføra eru Tær 4, Magni Christiansen, Jens Marni og onnur. Í kirkjuni verður syngið við, her eru øll vælkomin, eisini uttan atgongumerki.
Eiðis kommuna sigur, at Kornsdalsbýlið hevur verið eitt stórt frambrot fyri eldraøkið á Eiði. 25 ár eftir at tað var bygt, tænir tað enn sínum endamáli.
Búfólk, avvarandi og starvsfólk trívast væl, og fólk detta inná gólvið til eina stutta vitja, ein drekkamunn og eitt prát. So Korndalsbýlið er at kalla eisini ein savnandi miðdepil í bygdini.
Korndalsbýlið liggur mitt í bygdini. Barnagarðurin, fótbóltsvøllurin og ítróttarøkið eru beint við. Tí ber eisini væl til at skipa fyri tiltøkum í økinum. Tað eru Varna av Rana og Joan Hammer, starvsfólk á Korndalsbýlinum, sum skipa fyri tiltakinum,
- Vit ynskja at gera ein tónleikafestival, tí vit hava sæð við øðrum tiltøkum, ið vit hava havt, at tað gevur hugna, samanhald og trivna. Ein hittir fólki, sum man ikki hevur sæð í langa tíð. Hetta gagnar bæði búfólkum, avvarandi, starvsfólkum og bygdafólkunum. Sum samskipari er tað fantastiskt, at síggja gleðina hjá búfólkunum og avvarandi undir tiltøkunum, har tey kunnu vera saman og uppliva nakað saman. Vit síggja eisini, at búfólk og avvarðandi gleðast um hesar løturnar, sum tey kalla stjørnuløtur, siga fyriskipararniráast
Atgongumerkir fáast við at trýsta her.