Hátíðarhalda Altjóða brekdagin

Hósdagin 3. desember er Altjóða brekdagur, og í tí sambandi skipar Ráðið fyri Brekað og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum fyri ókeypis hátíðarhaldi í Skálanum í Norðurlandahúsinum.


Altjóða brekdagur varð ásettur av Sameindu tjóðum í 1992 og hevur verið hátíðarhildin í Føroyum síðani tá. Endamálið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingar, sum fólk, ið bera brek, hava í gerandisdegnum, so samfelagið alsamt gerst meira inkluderandi og harvið eitt samfelag fyri øll, har mørk verða brotin og dyr latnar upp.


Hvørt ár verður nýggj yvirskrift sett fyri dagin, sum í ár er “Inklusjón hevur týdning” við undirheitinum “Atgongd og myndugleiki til fólk við øllum førleikum”.


Á degnum fara millum annað Barbara á Tjaldrafløtti, Theresa T. Kreutzmann, Tóra við Keldu, Levi á Torkilsheyggi og Aimi Justinussen at halda fyrilestrar um viðkomandi evnir.


Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 12.