Hátíðarhalda 5. Kvinnurenningina

Kvinnurenningin í dag verður nakað øðrvísi í mun til undanfarin ár. Eitt nú er málið hesaferð í Miðbýnum og eisini verður skipað fyri stórum afterparty seinni í kvøld.

 

 

Siri Sørensen er blaðstjóri á Kvinnu, sum saman við rennifelagnum Bragdið skipar fyri árligu Kvinnurenningini.

 

 

- Nú er hetta fimmta árið á rað, at vit skipa fyri hesi renningini, og tað halda vit, at vit eiga at hátíðarhalda, og tískil gera vit eitt sndur meira burtur úr renningini í ár í mun til hvat vit plaga, greiðir Siri Sørensen frá.

 

 

- Í dag verður tað soleiðis, at vit sum vanligt byrja á Tórsbreyt, men so havi vit lagt málið til at vera í Niels Finsensgøtu í Miðbýnum. Og har vera so básar av ymsum slag. Til dømis ber til at ogna sær eina mynd frá degnum, onkur bjóðar frísktpressað djús, okkurt verður til matna og so framvegis, sigur Siri Sørensen.

 

 

Eisini hava fyrireikararnir fingið Jensinu Olsen at undirhalda, tá allar kvinnurnar eru komnar á mál.

 

 

Harafturat hava fyrireikararnir syrgt fyri eini serligari veitslu í kvøld.

 

 

- Vit hava eitt sokallað afterparty í Luux, Rex og Klubbagarðinum, har kvinnurnar, ið hava luttikið í renningini, kunnu hugna sær saman. Veitslan í kvøld er tó ikki bara fyri kvinnurnar frá renningini, og tískil eru menn eisini vælkomnir, sigur Siri Sørensen, sum eisini sjálv ætlar sær at luttaka í Kvinnurenningini.

 

 

- Vit allar á Kvinnu fara sjálvandi at ganga og renna við í dag.