Hátíðarhald við Toftavatn

Í samband við, at nýggj standmynd er sett upp, verður hátíðarhald við Toftavatn mikukvøldið hin 21. august klokkan 19.

 

Tað er ein bólkur við Símuni Nónklett, sum nevnir seg "Símun og manning", ið hevur tikið stig til standmyndina, sum ber heitið "Seyðamaðurin".

 

Standmyndin stendur beint við gøtuna við Toftavatn, nærindis, har gøtan fer niðan á Háls og heim á Toftir.

 

Við hátíðarhaldið fer listamaðurin at greiða frá íblástrinum til standmyndina, og hann fer eisini at greiða frá handverkinum.

 

Umboð fyri Nes kommunu og Runavíkar kommunu fara at siga nøkur orð, og eisini fer Kór Glyvra Kirkju at taka lut við kórsangi.


- Hátíðarhaldið verður, har standmyndin stendur við Toftavatn, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Nes kommuna.