Í sambandi við at landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, setti hakan í til útbyggingar á Tekniska skúla í Klaksvík, varð skipað fyri móttøku í dag kl. 16.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk segði nøkur orð og greiddi frá verkætlanini.
Síðani helt Bjørn Kalsø, landsstýrismaður røðu, har hann greiddi nakað frá søguni handan skúlan og at longu í 1936 vóru lunnar lagdir undir virksemið á Tekniska Skúla. Sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúli í Klaksvík varð settur á stovn, og endamálið var at menna undirvísingina og at tryggja útbúgvingar á hædd við útbúgvingar aðrastaðni.
Við hesi afturatbygging, sum er góðar 1400 fermetrar fær kanska serliga kokka- og matvøruútbúgvingin berti karmar, eins og HF-skeiðið í Klaksvík skal fáa innivist í skúlanum. Rúm verður fyri fleiri øðrum áhugaverdum útbúgingum – eisini á gymnasialum støði.
Bygningurin skal standa liðugur til skúlabygjan í 2015 og liggur kostnaðurin við innbúgvi á kr. 36 mill, segði landsstýrismaðurin í síni røðu.
Tað eru Arkitektar 99, sum hava staðið fyri tekningini og sniðgevingini av nýggju útbúgvingini.
Hóast veðrið ikki var av tí besta, so smoygdi Bjørn Kalsø seg í oljubuksurnar og tók hakan í hond. Tað var skikkiliga skjótt, at hann hevði loyst eitt flag – handalagið hevði hann gott!
Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt eisini røðu og fegnaðist um hetta útbyggingarstigið og at tað vóru undangongu fólk, ið høvdu mót og áræði til at fara undir slíkt skilagott stig sum hesa útbygging, ið er mennandi fyri ungdómin og samfelagið her.
Aftaná var boðið til kaffi og køkur í forhøllini á Tekniska skúla, meðan Jóhan Laskafoss, arkitektur frá Arkitektar ´99 hevði eina áhugaverda framløgu um verkætlanina.
TRÝST HER fyri lesa røðuna hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum
TRÝST HER fyri lesa røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra
Orð og myndi: Dávur Winther