Hátíðarhald á Hvítanesi leygardagin

Í sambandi við at gøtan av Hvítanesi til Hoyvíkar verður tikin í brúk, verður ein hátíðarløta leygardagin

Í sambandi við at gøtan av Hvítanesi til Hoyvíkar verður tikin í brúk, verður ein hátíðarløta leygardagin 9. november 2013 kl. 10.00-13.00. Hátíðarløtan er eisini til minnis um, at liðin vóru 175 ár í fjør, síðan fólk búsettust á Hvítanesi.

 

Í samband við, at gøtan verður tikin í nýtslu fer Heðin Mortensen, borgarstjóri at klippa snórin til nýggju gøtuna. Hetta fer fram, har gøtan byrjar. Eftir hetta verður farið oman í bygdina.

 

Við skúlan kemur forkvinnan í teknisku nevnd, Elin Lindenskov at halda røðu. Tónleikur við Tórshavnar Brass Ensemble verður at hoyra. Felagssangur verður á skránni, og  Jákup Mørkøre fer at hugleiða um bygdina Hvítanes