Tíðindi
Í samband við at Fjøruvegurin er tikin alment í nýtslu, verður hátíðarhald fríggjadagin 16. februar kl. 15.00
Tað boðar Runavíkar kommuna frá.
Hátíðarhaldi verður við brúnna á nýggja Fjøruvegnum.
Á skránni verður:
- Ítróttafeløg renna stafett
- Fløgg til børnini
- Røða
- Snóraklipping
Aftaná verður kaffi, køkur og okkurt til børnini at fáa í Glyvra skúla.